01. november 2022
Tað er eina skylda hjá felagsskapum Í FUR, at fáa til vegar eina barnaváttan, áðrenn persónur verður settur í starv ella til ávísa uppgávu, har tað ber í sær beinleiðis og regluligt samband við børn og ung undir 15 ár.
Endamálið er at fyribyrgja kynsligum ágangi móti børnum og ungum undir 15 ár.
FUR hevur gjørt ein vegleiðing til feløgini í FUR at nýta til barnaváttanir, sum sæst her.