Frá 1. juni 2022 er tað ein skylda hjá m.ø. felagsskapunum í FUR, at fáa til vegar eina barnaváttan, áðrenn persónur verður settur í starv ella til ávísa uppgávu, har tað ber í sær beinleiðis og regluligt samband við børn og ung undir 15 ár.
- Endamálið er at fyribyrgja kynsligum ágangi móti børnum og ungum undir 15 ár.
- Tað er eina skylda hjá felagsskapum, at fáa til vegar eina barnaváttan, áðrenn persónur verður settur í starv ella til ávísa uppgávu, har tað ber í sær beinleiðis og regluligt samband við børn og ung undir 15 ár.
- Treytin um beinleiðis og regluligt samband skyldast, at tað á tann hátt kann uppbyggjast eitt álit millum barnið og viðkomandi. Hetta er galdandi sama um starvið ella uppgávan er lønt ella ólønt, ella um starvið ella uppgávan er varandi ella tíðaravmarkað.
- Kravið um barnaváttanir er galdandi fyri persónar, ið hava fylt 15 ár.
- Felagsskapir, ið seta persónar til ávísa uppgávu skulu útvega barnaváttan fyri øll fyrsta árið lógin er komin í gildi t.e. 1. juni 2022. Sostatt, verður sannlíkt mest arbeiði hjá felagskapunum at útvega barnaváttanir fyrsta árið.
Hvat er ein barnaváttan?
Ein barnaváttanin er eitt serligt slag av revsiváttan, ið inniheldur upplýsingar um skuldsetingar, dómar, ákærufráfall v.m., í málum, ið snúgva seg um brotsgerðir móti børnum og ungum undir 15 ár.
Ein barnaváttanin minnir um eina revsiváttan, men er kortini øðrvísi, tí upplýsingarnir standa á váttanini í munandi longri tíðarskeið samanborið við eina revsiváttan. Tað stytsta tíðarskeiðið er 10 ár frá tí, at t.d. persónur hevur sitið dómin, ella at ákæran bleiv slept. Harnæst er tað 20 ár, ella til viðkomandi er vorðin 80 ár. Hvussu leingi brotini standa á barnaváttanini, veldst m.a. um slag av broti, og hvør avleiðingin av brotinum var fyri tann skrásetta. Av tí, at ein barnaváttan er ein sonevnd myndugleikaváttan, er tað bert tann, ið setur í starv ella setur til uppgávuna, sum kann fáa barnaváttanina til vegar.
Hvat um tað av praktiskum ávum ikki ber til at fáa eina barnaváttan tíðs?
Í summum førum er tað ógjørligt at fáa til vegar barnaváttan, áðrenn persónur verður settur til ávísa uppgávu.
Sum dømi kann nevnast, at tað ikki óvanligt, at summarlegurnar ikki fáa seinastu leguleiðararnar fyrr enn í síðstu løtu. Tí er eitt undantak í lógini.
Um tað av praktiskum orsøkum ikki er gjørligt at útvega barnaváttan, áðrenn viðkomandi verður settur til ávísa uppgávu, ið ber í sær beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár, skal barnaváttanin verða fingin til vegar skjótast gjørligt og í seinasta lagi 4 vikur eftir, at viðkomandi er settur til uppgávuna.
Stigini:
- Kunnast beinanvegin
Um ein felagsskapur setur persón í starv ella biður persón um at átaka sær eina uppgávu fyri felagsskapin, har tað ber í sær beinleiðis og regluligt samband við børn og ung undir 15 ár, skal felagsskapurin kunna viðkomandi um skylduna hjá felagnum ella felagsskapinum at fáa til vegar eina barnaváttan, áðrenn viðkomandi verður settur til uppgávuna.
- Nevndin/stýrið/leiðarin
Í einum felagsskapi er tað vanliga umboð fyri nevndina ella stýrið, ella tann, ið stýrið hevur lutað sínar heimildir til t.d. ein dagligur leiðari, ið innheintar barnaváttanina.
- Samtykki frá viðkomandi
Viðkomandi leiðari, skótaleiðari, e.l. ið váttanin snýr seg um, skal á oyðublaðnum skrivliga samtykkja, at biðið verður um barnaváttan um viðkomandi. Felagsskapurin kann ikki heinta barnaváttanina uttan samtykki frá viðkomandi.
- Dagføringar av barnaváttanum
Tað er nóg miki at útvega barnaváttanina tá viðkomandi byrjar sum leiðari e.l. og er leiðari í samanhangandi tíðarskeiði uttan so at talan er um nattúrligt tíðarbrot, s.s. árligar legur. Um brotið hinvegin skyldast, at viðkomandi sjálvur frávelir at vera leiðari e.l. ávíst ár, er treytin um nattúrligt tíðarbrot ikki lokið, og tí skal nýggj barnaváttan fáast til vegar, tá ið viðkomandi verður settur aftur.
Tá einki tíðarbrot er og tað eru náttúrlig tíðarbrot, er tað upp til felagsskapirnar at gera av, tá ið setanin er framd, hvussu ofta, barnaváttan verður útvegað.
- Oyðiblað
Oyðiblaðið er á heimasíðuni hjá Føroya politi her.
- Talgild innlating ella innlating til avgreiðslurnar hjá løgregluni
Talgild innlating: Fyri at lúka trygdarkrøvini, skal felagsskapurin taka eitt forrit niður á telduna. Forritið kann heintast her.
Tá trygdarforritið er tikið niður, kann oyðublaðið sendast til mvjyl-pac-kr@politi.dk.
Innlating til avgreiðslur hjá løgregluni: Hevur felagsskapurin ikki teldupost, sum lýkur trygdarkrøvini, skal arbeiðsgevarin lata oyðublaðið inn á eina avgreiðslu hjá løgregluni.
- 10 yrkisdagar ella meira
Verður oyðiblaðið sent inn talgilt tekur tað vanliga umleið 10 yrkadagar.
Verður oyðiblaðið latið inn í eina avgreiðslu hjá løgregluni kann roknast við at tað tekur nakað longri tíð av tí, at tað verður sent sum vanligur borin postur til Danmarkar, og aftur til umsøkjaran.
- Um barnaváttanin vísir á revsiverd viðurskifti
Revsiverd viðurskifti: Um barnaváttanin vísur á revsiverd viðurskifti, er tað sambært leiðslurættinum upp til felagsskapin sjálvan at meta um, hvørt brotið er so mikið álvarsligt, at viðkomandi ikki kann setast í starv ella til uppgávu.
Um barnaváttanin hinvegin vísir, at persónur er dømdur fyri kynsligt brotsverk ella kynsligan harðskap móti børnum undir 15 ár, er bannað felagsskapinum at seta viðkomandi í starv ella til ávísa uppgávu.
- Skráseting av barnaváttanini og burturbeining
Felagsskapurin skal kanna um barnaváttanin vísur á revsiverd viðurskifti og skráseta hana og hvat barnaváttanin vísir. Hetta eigur at verða gjørt á slíkan hátt, at eingin óviðkomandi fær atgongd til barnaváttanina ella skránna.
Allir felagsskapir skulu hava mannagongdir fyri viðgerð av persónsupplýsingum. Persónligir upplýsingar skulu viðgerast í trúnaði og vera vardir ímóti tilvildarligum missi, fyribeining ella skaða, sí vegleiðing og skabilónir hjá FUR til felagsskapirnar her.
Felagsskapur skal skráseta barnaváttanini soleiðis, at felagsskapurin kann skjalprógva, at barnaváttanir eru fingnar til vega, samstundis sum felagsskapurin hevur eitt yvirlit yvir teir persónar, sum felagsskapurin hevur fingið barnaváttanir um.
- Tagnarskylda
Felagsskapir skulu geva gætur at tey, ið hava atgongd til barnaváttanir, eru fevnd av reglunum um tagnarskyldu í revsilógini.
- Um persónur noktar at geva samtykki
Um persónur noktar fyri at geva samtykki til, at barnaváttan verður fingin til vegar, áðrenn viðkomandi verður settur í starv, ella verður settur til ávísa uppgávu, kann felagsskapurin ikki seta viðkomandi í starv ella til ávísa uppgávu.
Um barnaváttanin ikki verður fingin til vegar, verður tað revsað við bót í hvørjum einstøkum føri, sbr. § 10 í lógini.
Lógin um barnaváttan kom í gildi 1. juni 2022, og er hon tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Til ber at lesa lógina her.
Vegleiðing um barnaváttan frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum er tøk her.