Heiðursløn 2021 varð latin Brestir, sum er formaður í tveimum barna- og ungdómsfeløgum. Brestir ger eitt megnararbeiði í Ung í Dansi og sum fylkisstjóri í Skótafylki Sigmunds Brestissonar. Brestir er bæði fryntligur, og ábyrgdarfullur og fer inn í arbeiðið við heilum hjarta. Hetta merkist aftur í felagsskapunum, hann stendur á odda fyri.
Heiðursløn 2021 varð latin Time Out hjá Sinnisbata, sum skipar fyri bólkum til børn og ung millum 12-18 ár, ið eru avvarðandi av fólki við sálarsjúku. Tað er týdningarmikið at lofta avvarðandi, tí teirra tørvur verður ofta settur til síðis ella gloymdur. Ung, sum hava luttikið, siga m.a., at tey kenna seg minni einsamøll, og at tey kenna seg aftur í støðuni hjá hinum luttakarunum - afturmeldingarnar hava verið sera góðar.
Heiðurslønin 2021 varð latin Frígerð fyri hennara megnar sjálvboðna arbeiði fyri føroyska dansin. Fríðbjørg er eldhugað og ótroyttilig og er ein av stóru orsøkunum til, at føroyski dansurin í Sumba blómar. Fríðbjørg er enn hvørt fríggjakvøld gjøgnum dansiveturin og kvøður við børnunum, lærir tey dansispøl og gevur børnunum av síni hollu vitan um dansin.