Les og Lær í Føroyum

FUR stendur umsitur Les og Lær í Føroyum, sum er ein portalurin fyri allar útbúgvingar í Føroyum.
Á les.fo finnur tú upplýsingar um útbúgvingar í Føroyum savnaðar á einum stað. Eisini er ymisk viðkomandi kunning til dømis um stuðulsmøguleikar, hagtøl um útbúgvingar, leiðbeining um hvussu tú velur eina útbúgving og ymisk góð ráð.  

les.fo lýsir útbúgvingar bæði til ung í skúla, ung í læru, víðari lestur og til vaksin. 
 

Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið, skúlar kring landið og viðkomandi stovnar og fyritøkur. Les og Lær í Føroyum varð stovnsett í 2014 og hevur játtan á fíggjarlógini hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Fyrstu árini var ein árbók útgivin, tó varð seinasta eintakið av árbókini útgivið í 2018. Stuðlarnir til stovnsetan og seinni til smærri verkætlanir, at taka myndir og gera filmar hava verið Vinnuhúsið, Føroya Handverksmeistarafelag, S&K felagið, Føroya Skipara & Navigatør Felag, Havnar Handverkarafelag, Maskinmeistarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Málið við Les og Lær í Føroyum er at vera tær ein hjálp, tá ið tú velur tær tína útbúgvingarleið við at geva greiða og dagførda kunning um útbúgvingar í Føroyum og viðkomandi viðurskifti í hesum sambandi.