Heiðursløn FURs varð latin til Skatefelagið fyri at hava megnað at brotið upp úr nýggjum og at kveikt eitt rúmligt og stimbrandi umhvørvi til børn og ung.
Eldsálirnar í Skatefelagnum, sum skipa fyri virkseminum á Bacalao, eiga viðurkenning uppiborna fyri sítt stóra og kveikjandi arbeiði millum børn og ung í ymsum aldursbólkum og á ymsum førleikastigum.
Tey hava megnað at skapt eitt umhvørvi, sum ikki er merkt av sínámillum kapping, men heldur stuðli og stuttleika – og sum kortini er borið av gleði um og virðing fyri teimum, sum av álvara taka seg fram á hesum økinum.
Grundgeving fyri at lata heiðursløn FURs til Árna Skaale
Heiðursløn FURs varð latin til Árna Skaale fyri at vera ein eldsál í skótarørsluni í Føroyum.
Eftir at skótaliðið lá í dvala eina tíð, tók Árni við sum fylkisleiðari hjá Skótaliði Nólsoyar Páls í 2013.
Skótaliðið er vaksið og bjóðar nú virksemi til allar aldursbólkar. Árni var eisini ein av stigtakarunum til at endurbyggja Skúvadalssmáttuna sunnan á Borðoynni við at fáa gamlar og yngri skótar at standa saman um arbeiðið hjá Skótaliði Nólsoyar Páls. Eftir stendur ein perla í tí náttúruvakra Skúvadali, og samanhaldið um skótaliðið er styrkt. Arbeiðið at menna skótaliðið og at gera Skúvadalssmáttuna av nýggjum hevur kravt bæði treysti, dirvi og áhaldni.
Heiðursløn FURs varð latin til Maritu Vestergaard í Lágabø fyri sítt megnararbeiði í KFUM-skótabólkinum Royndini í Vági.
Marita er grundsúlan í skótaarbeiðinum í Vági og hevur lagt nógva orku, tíð og eldhuga í at hava eitt virkið skótalið í Vági. Við einum persóni sum Maritu, ið fær foreldur og onnur at hjálpa sær, er møguligt at hava ein virknan skótabólk í Vági.
Marita hevur sum størsta ynski, at børn og ung í Vági hava møguleika at gerast skótar og uppliva tann góða og mennandi felagsskap, sum skótarørsluna.