08. oktober 2021
Um ungdómsvenjingina 1.-3. okt. 2021 á Ungdómsoynni uttanfyri Keypmannahavn
2 ung úr Føroyum valdu leiðina inkluderandi felagsskapir
Bjørk Berg Wiggins og Sanna Djurhuus greiða soleiðis frá um ungdómsvenjngina: "Vit luttóku í “Inclusive Communities”, har sjóneykan varð sett á, hvør manglar í okkara felagsskapum, og hvussu vit kunnu rúma fleiri og skapa ymisk tilboð at gerast partur av einum sosialum umhvørvi, m.a. óansæð hvussu lítil ella stórur felagsskapurin, so øll hava okkurt stað, har tey kenna seg væl.
Eisini høvdu vit verkstovur, har vit settu orð á, hvat fyri verkætlanir, vit kundu hugsað okkum at framt, og síðan funnu vit saman við partnarum úr øðrum Norðurlondum.
Fyri Bjørk var serliga viðkomandi at hittast við ungum úr Noregi og Svøríki, sum eru sjálvboðin í felagsskapum fyri tilflytarar, og saman umhugsa tey at samskipa tiltøk til frama fyri inklusjón í nærumhvørvinum.
Fyri Sannu kom íblásturin til eitt samstarv við ungar kvinnur úr Grønlandi, har tær saman ætla at søkja um stuðul til at halda átøk, sum styrkir sjálvsálitið og sjálvsvirðið hjá ungum í Útnorði og gevur teimum eitt netverk at styðja seg til, tá tey fara út í stóru verð at nema sær útbúgving ella aðrar upplivingar."
4 ung úr Føroyum valdu heimsmálini
Tey 4 greiða soleiðis frá um ungdómsvenjingina "vit høvdu valt leiðina um burðardygd og lærdu um heimsmálini hjá ST og umhvørviskreppuna.
Vit vóru eisini á skeið í at skipa fyri verkætlanir og fingu íblástur til tiltøk. Síðani arbeiddu vit í bólkum, har vit funnu uppá tiltøk.
Vit frá Amnesty Ung arbeiddu við einum hugskoti um at halda eina norðurlendska summarlegu fyri ungdómsfelagsskapir hjá Amnesty, fyri at styrkja samstarvið.
Eisini høvdu vit eitt hugskot, um at halda eitt skeið í fólkaræði fyri børn og ung, sum ikki enn hava fingi valræt, fyri at styrkja føroyska fólkaræði.
At enda fingu við kunning um ein grunn hjá NUBF, sum veitir stuðul til verkætlanir hjá ungum úr Norðurlondum, sum arbeiða saman um verkætlanir tvørturum norðurlondini."
Ein filmur frá døgunum, sum tey 4 frá Amnesty Ung gjørdu er
her.
Nordic Youth in Sustainable Communities (NUBF) er eitt átak, sum danski formanskapurin í Norðurlendska Ráðharraráðnum hevur sett í verk næstu trý árini. Við átakinum fylgir ein grunnur, sum ung kunnu søkja úr til at fremja verkætlanir saman við ungum úr øðrum Norðurlondum. Næsta freist at søkja úr grunninum er 26. oktobur, les meira
her.