Við stuðli frá Granskingarráðnum, Betri Stuðul og Fakfelagssamstarvinum fer Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu undir verkætlan, ið hevur til endamáls at kanna arbeiðsumhvørvið hjá øllum føroyingum eldri enn 18 ár, við serligum atliti at ungum.
Við verkætlanini er ætlanin at savna inn vitan um sálarliga og likamliga arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum arbeiðstakarum til tess at betra um arbeiðsumhvørvið í Føroyum.
Tað tekur umleið 30 min. at svara spurningunum, ið eru at finna her:
https://redcap.link/arbeidsumhvorvi.
Svarini verða dulnevnd og goymd trygt á einum ambætara í Føroyum. Tað verður sostatt ógjørligt at síggja júst, hvat hvør einstakur hevur svarað.
Les meira um kanningina á fb og Instagram "Arbeiðið og tú".
Annika Helgadóttir Davidsen, verkætlanarleiðari, sálarfrøðingur og phd stendur fyri verkætlanini.