20. mars 2021

Landsfundur FURs 2021

Á landsfundinum var m.a. Starvstjórnin afturvald, broytingar samtyktar í viðtøkum og reglugerð, Tabletop Føroyar upptikið sum limafelag, framløga um dátvernd og handan av Heiðursløn FURs

Landsfundurin hjá Føroya Ungdómsráð (FUR) var 20. mars 2021 í Smæruni í Havn, har nógv mál vóru á skránni m.a. val av starvsstjórn og formanni, broytingar í viðtøkum og reglugerð felagsins,  dátuvernd og upptøka av nýggjum limafelagi.

Starvsstjórnin afturvald

Á landsfundinum hjá FUR vóru øll umboðini í starvsstjórnini afturvald.

Broytingar í viðtøkum og reglugerð

Broytingarnar í viðtøkunum og reglugerð snúðu seg m.a. um greiðari reglur um upptøku av barna- og ungdómsfelagsskapum í FUR og um broytingar í samband við krøvini til dátuvernd.

Dátuvernd

Tá landsfundurin var av helt Eli Thorsteinsson, advokatur fyrilestur um dátuvernd og høvi var at seta spurningar.

Eli Thorsteinsson hevur staðið fyri arbeiðnum at gera tilfar fyri FUR um dátavernd. Tilfarið er ætlað feløgunum í FUR og fevnir um vegleiðing um dátuvernd og skabilónir til privatlívspolitikk og yvirlit yvir viðgerðir av persónupplýsingum. Feløgini í FUR kunnu sostatt brúka hetta tilfarið, sum er tøkt á heimasíðuni hjá FUR og víst var eisini til vegleiðingar á heimasíðuni hjá Dátuefturlitinum. Eli Thorsteinsson, advokatur helt fyrilestur um dátuvernd

Tabletop Føroyar nýtt limafelag í FUR

Á landsfundinum var felagið Tabetop Føroyar upptikið sum limafelag í FUR.

Endamálið hjá felagnum er, at betra um borðspælumhvørvi í Føroyum m.a. borðspøl, rolluspøl, samlukortspøl ella miniaturspøl.

Formaðurin bjóðaði felagnum vælkomið og vísti á, at við hesum felagnum verður FUR enn meiri fjølbroytt.