UNESCO er ST-stovnur fyri útbúgving, vísindi, mentan og samskifti.Endamálið hjá UNESCO nevndini er at fremja UNESCO arbeiðið í Føroyum og virka sum ráðgevi hjá landsstýrinum í málum UNESCO viðvíkjandi. Harumframt skal nevndin virka sum bindilið millum UNESCO og føroyskar myndugleikar, stovnar og feløg innan útbúgving, vísindi, mentan og samskifti.
Í UNESCO nevndina fyri 2020-2024 eru, umframt Elsbet Heðinsdóttir Christiansen: Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, formaður, Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, Annika Smith, landsbókavørður, Landsbókasavnið. Harafturat hevur landsstýrismaðurin tilnevnt Margretha Jacobsen, fulltrúi í Uttanríkistænastuni, at varðir av UNESCO málum á uttanríkisøkinum. Armgarð Weihe, fulltrúi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, er virkandi aðalskrivari hjá nevndini.
Sí meira kunning um Føroyar og UNESCO á www.unesco.fo