Heiðursløn FURs 2021 verður latin til Brestir Bjarnastein Restorff, sum hóast sín unga aldur er formaður í tveimum feløgum, ið virka fyri børn og ung. Sum formaður í Ung í Dansi og fylkisstjóri í Skótafylki Sigmunds Brestissonar ger Brestir eitt megnararbeiði fyri børn og ung í Føroyum. Brestir er bæði fittur og fryntligur at vera saman við, umframt at hann er ábyrgdarfullur og fer inn í arbeiðið við heilum hjarta. Hetta merkist aftur í felagsskapunum, hann stendur á odda fyri.
Brestir greiðir sjálvur frá, at tað er ein blandingur av tilvild og ynski um at styrkja barna- og ungdómsfeløgini, sum er orsøkin, at hann hevur tikið við hesi ábyrgd hóast sín unga aldur, bert 20 ár. Brestir leggur tó dent á, at tað er avgerandi at hava onnur álitisfólk at hjálpa sær, tí tá ið mann er so ungur, dugir mann ikki alt.
– Týdningarmesta uppgávan sum fylkisstjóri í Skótafylki Sigmunds Brestissonar er, at eg gevi leiðarunum góðar karmar at vera leiðarar. Úlvar, skótar og birkibeinar mugu hava góðar umstøður at læra seg skótasið og at gerast sjálvstøðug bæði í náttúruni og í dagliga lívinum.
Seinastu árini eru alsamt fleiri tiltøk í Ung í dansi komin kring landið. Brestir metir, at hansara týdningarmesta uppgáva sum formaður er at virka fyri, at ung, sum dansa føroyskan dans kring landið, koma saman, gleðast um at dansa og knýta vinabond.