Tabletop Føroyar beliv upptikið sum limafelag á Landsfundi FURs 20. mars 2021.
Endamálið hjá felagnum er, at betra um borðspælumhvørvi í Føroyum m.a. borðspøl, rolluspøl, samlukortspøl ella miniaturspøl.
Formaðurin bjóðaði felagnum vælkomið og vísti á, at við hesum felagnum verður FUR enn meiri fjølbroytt.
Á myndini eru umboð fyri Tabletop Føroyar Eiler Poulsen, Esbern á Geilini, Eyðun Mellemgaard og Marius á Geilini.