23. februar 2022
Innbjóðing til almenna ráðstevnu um Frítíðarvanar í Føroyum 2. mars 2022 kl. 9-16.15 í Norðurlandahúsinum.
Ráðstevnan er ókeypis, men neyðugt er, at boða frá luttøku.
Á fyrsta sinni verður ráðstevna um frítíðarlívið í Føroyum, sum einans tekur støði í okkara veruleika, nevniliga í spildurnýggjari umfatandi vísindaligari kanning av frítíðarlívinum í Føroyum. Endamálið við kanningini er, at fáa til vega vitan um frítíðarlívið og at vísa á møguleikar fyri menning. Ráðstevnan er startskotið, og her kanst tú hoyra um høvuðsúrslitini, sum fevna um ítrótta- og frítíðarvanar hjá børnum og vaksnum, hentleikar á frítíðarøkinum og um umstøður og trivnað hjá feløgum. Á ráðstevnuni verða alskyns framløgur og sjónarhorn at síggja frá bæði serfrøðingum, eldsálum og kønum innan síni øki.
Fyri ráðstevnuni standa millum onnur Ítróttasamband Føroya, Føroya Ungdómsráð, Fróðskaparsetur Føroya, Fólkaheilsuráðið, Uttanríkis- og mentamálaráðið, Kommunufelagið og ávísar kommunur í Føroyum. Kanning er gjørd av frítíðarvanum í Føroyum, sum umframt ymisk innlegg verður løgd fram.
Umframt aðrar áhugaverdar framløgur, eru hesar framløgurnar hjá umboðum úr feløgum í FUR:
- "Nógva staðni í frítíðarlívinum verður arbeitt við inklusión av ymsum sløgum av málbólkum. Men fer hetta arbeiði í roynd og veru fram? Og hvørjir møguleikar eru frameftir fyri at arbeiða enn meira málsøkið við at røkka breiðari út?" Dánjal Hátún Augustinussen frá Amnesty Ung og Sosialistisk Ung.
- "Hvussu skapa vit smidligar og atkomuligar hentleikar, sum tryggja atgongd fyri framtíðar frítíðarvirksemi og sjálvskipaðum bólkum við Dramaverkstaðnum sum case?" Birna Heinesen, undirvísari á Dramaverkstaðnum og cand. mag. í leiklistafrøði og norðurlendskum máli.
- "Hvussu skapa vit smidligar og atkomuligar hentleikar, sum tryggja atgongd fyri framtíðar frítíðarvirksemi og sjálvskipaðum bólkum við Skótalið KFUMs sum case?" Bogi Sigurstein, bólkaleiðari hjá Skótaliði KFUMs í Havn og nevndarlimur í Føroya Skótaráð.
- "Við upprunastøði í virkseminum hjá Føroya KFUK-skótum, gevur framløgan dømi um, hvussu tað virðisgrundaða felagsarbeiðið í roynd og veru fer fram, og hvørjar møguleikar og trupulleikar hesi feløgini møta í sinum arbeiði." Fía Lindenskov, forkvinna hjá Føroya KFUK-skótum og skótaleiðari hjá Havnar KFUK-skótum.
Skráin er her.
Frágreiðingin er her.
Melda til við senda ein teldupost til armgard@kf.fo ella við at ringja á telefon 302480 í seinasta lagi 28 feb. Kl. 12.00.