31. januar 2022
Frágreiðing um Reynaleguna
Skótalið KFUM´s fylti 80 tann 9 feb. 2021 og avgerðin var tí at halda eina summarlegu, ið fekk navnið Reynalegan.
Vit valdu at skipa leguna í fýra høvðusvirksemi:
- Kirkjubøreyn: Tað var ein heik úr skótadeplinum Ímillum Tjarna til Heinastovu via kongavarðarnar og Porkerisvatn, her tey sloppu at fiska síl. Tey settu telt upp í lítla Danmark, sum liggur tætt við Heinastovu. Farið var síðani út í Havnardal dagin eftur
- Húsareyn: Tað var ein gongutúrur at vitja brandstøðina og síðan til hølmin, ið við hava brúksrætt til, ið liggur í Annið grøv. Har gjørdu tey primitiva matgerð, laksur var á skránni. So fóru tey heimaftur
- Úti á reyn: Var at vitja býin, fyrst fóru tey at svimja. Síðan var ein postarrennini í býnum. Eisini róðu tey við teinarringin og vitjaðu Lív og sjóðsavnið. Eftur hetta fóru tey út í Havnardal.
- Reynaland: Hettar vóru aktivitetur á Skótadeplinum, har var luftbyrsuskjóting, øksakast, byggja drekar, síðing, Kunstrenning, K-renning, jongulera við eldkúlum og prenta á muggir.
Eisini høvdu vit eitt legubál, har øll vórðu boðin við.
Samantalt luttóku umleið 60 skótar og 20 leiðarar.
Hettar var fyrstu ferð, at vit royndu okkara nýggja skótadepil og legan eydnaðis sera væl.
Skótarnir vóru sera væl nøgdir og ynskja at sleppa aftur á summarlegu í Havnardali.
Vit vilja takka FUR fyri stuðulin.