20. desember 2023
Frágreiðing um flakatiltak í Vági
Ónsdagin 31. mai 2023 skipaðu skótarnir í Vági fyri flakatiltak á Vatninum.
Hetta er eitt tiltak sum skótarnir hava skipa fyri í fleiri ár, fyri at samla børn, vaksin og eldri til eina stuttliga løtu, har øll kunnu verða við uttan at skula gjalda fyri tað.
Møguleiki er tó at keypa sær okkurt heitt at drekka ella/og eta.
Nógv fólk møttu upp, fleiri høvdu gummibátar við, summu høvdu bygt flakar og onkur hevði jollu við. Har var tónleikur og sangur.
Bjargingarfelagið var har og vísti bilar og útgerð fram, og møguleiki var eisini spæla inni í tipiteltinum ella at klatra í pioneringum sum skótar høvdu bygt.
Har var futtur í, bæði á vatninum og á landi.