Vikuskiftið frá 6. til 8. oktobur vóru 20 skótar frá øllum Norðurlondum savnaðir beint uttan fyri Keypmannahavn. 3 skótur vóru úr Føroyum.
Tiltakið var fyri tey, ið hava áhuga í møguleikum innan altjóða skótaarbeiði.
Um vikuskiftið var virksemi, ið høvdu til endamáls at økja um vitanina hjá um altjóða skótarørsluni fyri dreingir (WOSM) og altjóða skótarørsluni fyri gentur (WAGGGS), og so sjálvandi eisini at skapa sambond millum okkara sum norðurlenskir skótar.
Vikuskiftið byrjaði við, at vit møttust í Hovedbanegården, har vit vórðu koyrd í ymiskar patruljur.
Síðani fóru vit í holt við eina postarenning, har vit fingu møguleika at møta sjálvbodnum frá WAGGGS og WOSM, har tey royndu okkum í vitan okkara um altjóða skipanirnar innan skótarørsluna.
Vit fingu tvær framløgur frá WAGGGS. Tann fyrra var frá Signe Marie Obel, sum fyri stuttum er vald í WAGGGS World Board. Hon fortaldi okkum um hennara arbeiði og um ‘’Speak out her word’’ amboðskassan fyri fortalaravirksemi.
Hin framløgan var frá Susanne Kolle, og í sambandi við báðar framløgurnar arbeiddu vit við at loysa trupulleikar, hava positiva ávirkan á samfelagið, umframt at styrkja um sambandið millum norðurlendskar skótar.
Vit høvdu eisini møguleika fyri at royna okkurt gott og søtt frá honum londunum, men brádliga vórðu vit órógvað av onkrum royki í salinum.
Vit vórðu øll koyrd á dyr, nú vit “vóru smittað við onkrari mystiskari sjúku”. Vit skuldu í verjuútgerð og fingu boð um at fylgja merkjum eftir gøtuni í skóginum. Vit skuldu flyta heilivág til sjúkuna yvir til ein sjúkling, og síðani bera sjúklingin í eitt trygt stað.
Tað vísti seg, at hetta var ein framløga frá WOSM, og WOSM greiddi síðani frá teirra arbeiði við náttarrenningum og Adventurespejd – ella hendingaríkum skótavirksemi.
Hetta var eitt frálíkt upplivilsi, og nú hava vit samband við fleiri skótar uttan fyri Føroyar. Eisini er ætlanin at nýta okkurt av tí, sum vit gjørdu skótavirksemi í Føroyum.