06. september 2023

Blákross Ungdómur

Frágreiðing um rúsfría ungdómsbarr í miðbýnum, várið og summarið 2023

Hesar vikurnar vit hava royndarkoyrt ein rúsfría ungdómsbarr í miðbýnum hava vit skipað fyri borðspælskvøldum, filmskvøldum, hugnakvøldum, live tónleiki og disko bingo.

Tað var sera skiftandi hvussu nógv komu til tiltøkini, men vit vistu eisini, at hetta var nakað, ið skuldi byggjast upp og tað var eisini okkara uppliving – tað møttu fleiri og fleiri upp. Tá tað vóru fægst vóru áleið 10, ið komu og tá tað vóru nógv vóru áleið 50 ung – undantikið mentanarnáttina, tá eini 300 vitjaðu.

Vit upplivdu stóran áhuga og hoyrdu ofta, at ung bóðu onnur koma, tey spurdu hvussu leingið tað hevði verið opið og hvussu tað bar til, at tey ikki vistu um hetta, tí so høvdu tey komu hvørt vikuskifti.

Vit uppliva eisini, nú tað er stongt aftur, at ung kontakta okkum og spyrja nær vit latað uppaftur. Hetta eru vit sjálvandi glað um og eggjar til at arbeiða harðari fyri at fáa  fíggingina, ið tørvur er á, fyri at hava hølini opin.

 

Vit søktu um stuðul frá FUR til verkætlanina “ungdómsbarr í miðbýnum – og sjálvandi rúsfrí”, í samband við, at vit hava sæð ein tørv á júst ein tílíkum staðið til ungdómin. Upprunaliga ætlaðu vit at royndarkoyra hetta í mars og apríl, men hetta bleiv broytt til síðsti í apríl og helt á fram til summarferiuna. har vit høvdu opið hvørt hós- og fríggjakvøld.

Í umsóknini til FUR vístu vit á, at endamálið við verkætlanini er at fáa stovna eini alkoholfrí ungdómshølir í miðbýnum og at okkara mál við hesi royndarkoyringini var m.a., at vísa møguligum stuðlum á stóru møguleikarnar og týdningin av hesum arbeiðið.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023