Vit í kórinum XPERIMENT vilja við hesum siga hjartans takk fyri stuðulin, tit hava latið okkum í fjør fyri at kunna spæla sangir inn.
Kórið XPERIMENT hevur nógv ár á baki við at menna listarligt tilfar í sangi. Hesir sangir eru aloftast gomul kvæðir, vísir, tættir ella skjøldur, sum eru latin í nýggjan ham. Mentanararvur er ein týdningarmikil partur av føroyingum, og tí ynskja vit at gera okkara til, at hesin parturin av mentanini ikki doyr út. Við hjálp frá tykkum, hava vit nú havt møguleikan at taka hesar sangir upp.
Vit vilja geva sangunum nýtt lív til Føroya fólk, so teir kunnu hoyra tey góðu gomlu kvæðini í nógv á aftrat, á siðbundnum sum modernaðum platformum, í nýggjum útgávum.
Hendan verkætlanin, sum tit hava stuðlað, er eisini við til at styrkja eitt av teimum fáu ungdómskórunum, sum eru í landinum í dag, og at kveikja øðrum ungum at taka lut í hesum mentanararvi.
Nøkur av teimum, sum eru við í kórinum, hava veirð við síðan tey vóru børn og nøkur síðan tey vóru tannáringar. Nýtt fólk kemur við hvørt ár, og tí vil ein innspæling sum hendan, bæði styrkja kórið enn meira mentanarliga og stuðla undómsarbeiðinum, sum liggur aftanfyri.
Kórið var loksins í studio í skúlanum við Løgmannabreyt í mai mánaða, har tað var tikið 10 sangir upp, og var peningurin sostatt brúktur til útreiðslurnar, sum fylgdu við.