13. mars 2019

XPERIMENT

Frágreiðing um kórferð

Í byrjanini á 2018 søkti XPERIMENT um stuðul til at fara á eina konsertferð til Spania. Stutt sagt eydnaðist hendan ferðin sera væl. Fyri at fáa mest møguligt burturúr, flugu vit fyrst til Bergen, og víðari har frá til Alicante, ístaðin fyri at fara gjøgnum Keypmannahavn. Í Bergen høvdu vit fleiri konsertir úti á torginum har, og hetta dámdi fólkum stak væl. Heilt nógv fólk vóru og hugdu og lurtaðu.

Tá vit komu til Alicante var klokkan heilt nógv, so tá fóru øll í song. Dagin eftir, týsdag, høvdu vit longu okkara fyrstu planløgdu konsert. Hetta var gjørt á hotellinum, har Sólorka heldur til, og har vit eisini búðu.

Hetta dámdu øllum á hotellinum sera væl, og eisini tey, sum ikki hoyrdu til Sólorku kom at lurta. Mikudagin fóru vit av hotellinum fyrrapartin á eina útferð, har vit fóru í eina grottu. Í hesari grottuni høvdu vit sjálvandi eina konsert, har vit sungu fleiri sangir ymsastaðni runt í grottuni. Her fingu vit eisini nakrar góðar upptøkur av onkrum av sangunum. Eftir hesa konsertina fóru vit ein túr á eitt museum, ethnic music museum. Vit høvdu matpakka við til hendan dagin, og ótu hann úti í náttúruni uppi í teimum sponsku fjøllunum. Hendan dagin høvdu vit aftur eina konsert á hotellinum, tá vit komu heim, og hetta kvøldið sungu
vit nakrar aðrar sangir enn teir, vit sungu kvøldið fyri.

Hósdagin fingu fólk eitt sindur av frítíð til at gera tað teimum listi. Tó møttust vit til eina stutta spontana konsert um kvøldið fyri teimum gestunum, sum ynsktu at lurta. Hetta var eftir, at vit høvdu havt eina góða løtu á torginum á hotellinum við Pipar Sjúrður.

Fríggjadagin var nógv spennandi á skrá. Eftir døgurða fóru vit ein túr niðan á eina fjallabygd Guadalest, har vit høvdu nakrar spontanar konsertir, áðrenn vit fóru at ganga runt og hyggja okkum um. Tá vit vóru liðug í fjallabygdini, koyrdu vit til bygdina Altea, har vit fóru at syngja á matstovuni hjá einum normanni. Har vóru nógv fólk, sum steðgaðu at forvitnast. Tá vit høvdu sungið á matstovuni, fóru vit at syngja í einum katedrali.

Her inni sungu vit sangin Eitt dýpið av dýrari tíð. Umsjónarmaðurin í katedralinum takkaði so mikið fyri, og segði, at tað var langt síðan, at hann hevði havt so flottan sang inni har. Ein upptøka er eisini av hesari framførsluni.

Leygardagin fóru vit á eina kulturella vitjan á einum gomlum sponskum víngarði, har tey vístu okkum, hvussu tey høvdu gjørt vín í fleiri ættarliðum. Eisini sluppu vit at síggja alla útgerðina, sum tey hava nú, og tey ymsu sløgini av víndrúum, sum tey brúka til vínini.
Sunnudagurin var eisini eitt sindur av einum frídegi. Hendan dagin bar til at fara á ein lokalan marknað í Albir, sum var 5 minuttir frá hotellinum. Hetta var síðsti dagurin hjá okkum á hotellinum, og vóru fólk í sera góðum lag, og nýttu tað síðsta av túrinum.

Mánadagurin var dagurin, tá vit fóru heim. Hendan heimferðin var heldur drúgv, tá vit skuldu bíða nógvar tímar á flogvøllinum, men tað bilti ikki. Vit undirhildu okkum sjálvum við at syngja, og sungu eisini fyri øllum teimum rundan um okkum.

Sjálvandi sungu vit eisini umborð á øllum fløgførum sum vit vóru í, og høvdu nógvar spontanar konsertir alla møguliga staðni, har vit sungu alt millum 1-4 sangir.
Sigast kann, at ein tílíkur túrur er sera gevandi fyri eitt kór. Tað er sangur á skránni alla tíðina, eisini tá vit ikki hava konsertir. Tá sita vit og hugna okkum í sólini við sangi, ella minnast á góðar tíðir. Man lærir hvønn annan at kenna, og hetta ger, at tað gerst nógv hugnaligari at vera saman í so stórum bólki. Tað er eisini sera gevandi, at sleppa at royna seg við sanginum uttanlands, har man hevur fólk at lurta, sum ikki skilja tað tú
syngur, men einans kunnu lurta eftir heildini – og tað krevur nakað heilt annað av sangarum.

So alt í alt, var hesin túrurin sera gevandi fyri bæði sang og sangarar.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023