1. mai er Altjóða arbeiðaradagur og varpaðu Sosialistisk Ung ogUnga Tjóðveldið ljós á henda týdningarmikla dag á Speaker’s Corner í Havn. Til tiltakið vóru røður og tónleikur.
Hjá Sosialistisk Ung bóru John av Reyni og Bergur Arnbjarnarson Dalsgarð fram røðu. Fyri Unga Tjóðveldið bóru Kristina Clementsen og Tráin Petursson Nónklett hvør sína røðu fram. Røðurnar vóru uml. 5 min. hvør og bleiv m.a. arbeiðarin og sosialt rættvísi umrøtt. Eisini framførdi Ragnar Finsson fýra løg umframt at “Brátt lýsir í Eystri” bleiv sungin í felag. Meiningin var eisini at Jákup Lind Dam skuldi framføra, men mátti hann tíverri geva avboð.
Gott og væl 60 fólk møttu upp hendan fagra mai dag og var tiltakið væl eydna. Eisini bleiv bjóða sunkist, kakao og frukt.
Hetta var annað árið á rað at Unga Tjóðveldið og Sosialistisk Ung samskipaðu 1. Maidagshald og er ætlanin at skipa fyri rimmar haldið næsta ár.
Sosialistisk Ung & Unga Tjóðveldið