Ársins Ungdómsins Norðurlandaráð (UNR) varð hildið í Finnlandi dagarnar 27-29. oktobur. Unga Tjóðveldið fekk stuðul úr Stuðulsgrunni FUR’s at senda ein luttakara. Tráin Petursson Nónklett luttók fyri felagið.
Á UNR vóru ymsar framløgur um trygdarpolitikk. Sumar av framløgunum vóru spennandi, men nógv var eisini óviðkomandi fyri Føroyar. Til sjálva tingfundin vóru nógv uppskot, sum Unga Tjóðveldið tók undir við. Tey flestu av uppskotinum vit tóku undir við vóru samtykt og tey flestu vit vóru ímóti vóru feld.
Unga Tjóðveldið legði saman við Framsókin Ung og nøkrum øðrum ungmannafeløgum fram eina seina resolutión um at UNR skuldi viðurkenna Katalonia sum fullveldi. Beint frammanundan hevði katalonska fólki valt loysing, og hetta ynsktu vit at stuðla. Tíverri fekk uppskotið ikki nóg nógvar atkvøður at fara til viðgerar.
UNR var sera spennandi, har eg møtti nógvum ymsum ungdómspolitikarum við ymsum sjónarhornum á ymsar samfelagstrupulleikar.