Á sumri 2019, tann 17-20 juli, var ein fólkadansistevna, sum eitur Ålek, hildin í Álandi. Henda stevnan er partur av Nordlek samtakinum, og verður hildin triðja hvørt ár í teimum smærru norðurlondunum: Álandi, Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Hon skiftur navn alt eftir hvørjum landi, hon er í. Úr Føroyum vóru 32 fólk við í alt, og har av vóru vit fimm dreingir úr Ung í Dansi.
Ferðin byrjaði tann 12. juli, tá vit flugu úr Vágunum. Vit millumlendu í Kastrup, og flugu síðani víðari til Arlanda, flogvøllin í Stokkhólm.
Vit vóru tvær nætur í Stokkhólmi, og har fingu vit roynt nógv ymiskt. Til dømis vóru vit á Vasa savninum, har Krígsskipið Vasa, sum sakk í 1628, verður sýnt fram. Eisini royndu vit at rógva kano, og sigla í kanalini í Stokkhólmi. Annars var veðrið av tí besta, so vit fingu eisini notið tað. Vit fimm, úr Ung í Dansi, fóru til Álands ein dag áðrenn restin av hópinum, tí vit skuldu á eina ungdómslegu, sum var áðrenn stevnuna sjálva.
Á ungdómsleguni vóru bert Føroyar og Ísland melda til. Vit vóru fimm úr Føroyum og 14 úr Íslandi. Legan var fyrireikað við dansið og útferðum, so at vit ungu kundu koma at kenna hvønn annan, áðrenn stevnuna. Millum annað, vóru vit á eini Álendskari sjokulátufabrikk og einum bryggjaríi. Har vóru tveir dansilærarar úr Finnlandi, sum eita Annette og Lasse. Tey lærdu okkum ymsar fólkadansir, og annars lærdu vit eisini hvønn annan, at dansa okkara egnu dansir. Á leguni fyrireikaðu vit ein dans, sum var ein blanding av bæði Føroyskum, Íslendskum, Finskum og Álendskum fólkadansið, sum vit so skuldu framføra til byrjanarhaldið av Ålek. Henda ungdómslegan var sera stuttlig, vit fingu lært nýggjar dansir, og lært nógv nýggj fólk at kenna.
Tann 17. byrjaði stevnan sjálv, og hon byrjaði við at vit, sum høvdu verið á ungdómsleguni framførdu dansin, sum vit høvdu vant, og tað gekk avbera væl. Síðani varð stevnan skotin í gongd, og tað var fríur dansur út á kvøldið.
Stevnan var hildin í einum skúla í Mariehamn, og har búðu vit, sum høvdu verið á ungdómsleguni, meðan restin av føroyingunum búðu á einum gistingarhúsi. Vit gjørdu nógv á stevnuni, sumt saman við hinum føroyingunum, men eisini nógv við teimum frá ungdómsleguni. Vit framførdu ofta saman við hinum føroysku, bæði inni í Mariehamn og uttanfyri, í eini bygd sum eitur Sund. Tað var dansur í skúlanum hvønn dag, har dansifólk frá ymsum londum dansaðu sínar egnu dansir, og lærdu frá sær. Ein av døgunum vóru “workshops”, har hvørt land bar sítt fram, og so kundi man ganga runt, og fáa lært teir ymsu dansirnir ordiliga. Vit úr Føroyum høvdu eisini víst fram, og tað riggaði sera væl. Vit dansaðu “Herr Mannelig” til vanligan føroyskan dans, síðani dansaðu vit bandadans, og at enda við dansaðu vit “Ole Morske”, sum riggaði avbera væl.
Annars høvdu vit ungu eisini ofta dans á skúlanum, eftir at skráin var liðug fyri dagin, og tað var nokk tá, vit høvdu tað stuttligast, tí vit kundu dansa akkurát tað sum vit vildu, og fingu lært hvønn annan dansirnar ordiliga.
Tann næstsíðsta dagin av stevnuni vóru vit í einari uttandura matstovu á keiini, beint við síðurnar av einum gomlum dampskipi, sum eitur Pommern. Tað var góður døgurði, og síðani var fríur dansur, á keiini, og sjálvandi máttu vit enda við Orminum langa, tá vit vóru við eitt sovorði skip.
Tann seinasta dagin var skrúðgonga ígjøgnum Mariehamn, har øll gingu í sínum tjóðarbúna. Aftaná tað byrjaði endaframførslan. Summi framførdu nakrar Álendskar fólkadansir, og síðani endaði tað heila við føroyskum dansi.
Veðrið var gott allan túrin, og vit høvdu tað ógvuliga stuttligt og gott, og fingu allir lært nógv um útlendska mentan, knýtt nýggj vinarbond og lærdu at dansa útlendskar fólkadansir.
Síðani gekk ferðin heim. Vit vóru allir móðir eftir henda túrin, so ferðin gekk næstan beinleiðis á hotellið í Stokkhólmi. Dagin eftir flugu vit heim.
Vinaliga heilsan
Brestir, Karstin, Leon, Petur Óli og Pætur