Í oktobur 2021 setti Tabletop Føroyar eina málingaverkstovu á stovn. Endamálið við henni var at stimbra og skapa karmar fyri miniatur wargames.
Miniature wargames er eitt áhugavert konsept har spælarar byggja ein her av lítlum figurum, og síðani spæla móti hvørjum øðrum, í einum stórum borðspælið, ið oftani fylla fleiri borð. Reglarnir kunnu vera innviklaðar, men tað sum er áhugavert er hvussu spælarar byggja sín her; teir líma hann saman og síðani mála hvønn einstaka figur sjálvi.
Eisini verður landslag málað, so sum trø og steinar, ið er tilhoyr til spælið. Hetta hevur verið ein undirbólkur av borðspælarum, ið felagið ikki hevur megnað at rokki, vegna manglandi útgerð.
Við hesi verkætlan, bleiv málið rokkið við at keypa útbúna, so sum penslar, lím, máling og annað. Avgjørt var at halda fram við verkstovuni, ið nú er at finna í teimum vikuligu borðspælstiltøkunum á Býarbókasavninum í Tórshavn, ið felagið skipar fyri.
Tann 26. mars, 2022, var skipað fyri eitt borðspælsátak á Skúlanum á Fløtum, undir heitinum Warhammer 40k dagur.
Tabletop Føroyar stuðlaði hesum átakinum saman við fyriskiparunum, Hermótið og Tórshammar, ið bæði eru áhugafelagskapir sum arbeiða fyri miniatur wargaming.
Á hesum degi savnast fleiri miniatur entusiastar, og herímillum tey, sum ynskja at mála miniaturar. Tabletop Føroyar settu upp málingaverkstovuna. Luttøkan var sera góð og eydnaðist sera væl.
Sendingin Lyst frá Kringvarpinum hevur víst áhuga fyri hesum, og á tiltakinum var málingastovan, umframt Warhammer spølini, filmaði og víst øllum føroyum.
Reportasja: Warhammer ger innrás í Skúlanum á Fløtum | Kringvarp Føroya
Hendan verkætlanin er bara aftur eitt átak felagið hevur sett í stovn, fyri at betra um umstøðurnar hjá ungdóminum og at økja um frítíðartilboðini í samfelagnum.