18. oktober 2017

Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið

Frágreiðing um tiltakið “Free Føroyar – Niðurteljingin”

Fríggjakvøldið tann 21. apríl 2017 hevði Unga Tjóðveldið eitt tiltak í Perluni.

Tiltakið hevði til endamáls, at byrja niðurteljingina til stjórnarskipanina, ið var sett at vera tann 25. Apríl 2018.

Til tess at røkka einum breidsta skarðanum av ungum, valdu vit í Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið, at skipa tiltakið sum eitt mentanartiltak, við størri denti á tónleika framførslum enn á politiskari upplýsing.

Skráin til tiltakið var hendan:

20:00 Dyrnar lata upp.

20:15 Vælkomin.

20:30 Beinir Bergson ber fra yrkingar.

21:00 Ragnar Finson heldur ein aukustiska konsert.

21:30 JASMIN helt sína debut-konsert,

22:15 Silvurdrongur framførdi við nýggjum tilfari.

22:30 Brandar Heðinson bar framm røðu.

23.15 Høgni Lisberg framførdi.

00.00 200 framførdi.

00.45 Übernørd diskaði.

Umframt vístu Laila Mote og Jana Hansen framm myndlist.

Tiltakið er sum heild væl eydna, og mett er, at eini 120 fólk vóru til tiltakið. Hetta eru vit í SUT hampuliga nøgd við. Næstu ferð slíkt tiltak verður, hevut SUT gjørt av, at kunngerða tiltakið fyrr, og nýta meira tilfeingið til marknaðarførslu av tiltakinum.

Magnus Heinason Eysturoy,

Formaður í Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023