Fyri at kunna søkja um stuðul til verkætlanir úr Stuðulsgrunninum krevst limaskapur í FUR. Tó hevur starvsstjórnin summi ár valt at stuðla verkætlanum til børn og ung uttanfyri FUR av rakstrinum hjá felagnum. Á hvørjum ári lata limafeløgini inn skrásetingarblað har m.a. lokalfeløg felagsins verða skrásett. Síðani verður umsóknarblað til árligan stuðul sent til limafeløgini og til lokalfeløgini.