Á fundinum avgjørdu limirnir m.a. hvønn leiklut hvør einstaki skuldi hava í lokalfelagnum. Eisini varð hugt eftir roknskapi frá farna árinum. Nýggju limirnir fingu upplýst um politiskt arbeiði og dentur varð serliga lagdur á fólkaræðið og hvørjir møguleikar finnast í fólkaræðnum.
Eftir fundin spældu limirnir felagsspøl, sungu felagssangir, ótu góðan mat og høvdu tað bara stuttligt sum heild. Møguleiki var eisini at gista í Haraldssundi.
Hetta var ein góður møguleiki at læra hvønn annan betur at kenna og skapa ett gott samanhald. Tann 26. januar varð morgunmatur serveraður og eftir morgunmatin varð ein felagshugnaløta hildin í svimjihøllini í Klaksvík.
Samanumtikið, varð hetta er læruríkur stuttligur dagur og trygt er at siga, at limirnir fóru heim aftur við vitan um at tey fingu nýggjar vinir og nógva nýggja vitan.