Frágreiðing um hvat peningurin, sum FUR játtaði til Skúvadalshúsið, er brúktur til.
Steintøj og tilfar til innrættan av køki
Steintøj, grýtur og bestikk til køkin vóru keypt inn. Síðan valdu vit at seta køkin upp heimi í býnum. Til hetta endamálið gjørdu vit eitt modell, í fullum skála, á loftinum í skótahúsiðinum í Klaksvík. Arbeiðið gjørdist á hendan hátt nemmari, um okkurt manglaði.
Hetta arbeiðið varð gjørt veturin 2017/18 og køkurin er uppsetur í Skúvadali summari 2018.
Innbúgv
Innbúgv, borð og benkur, hava vit gjørt á summri 2017. Tilfari varð keypt og síðan evna til á verkstaðnum hjá tekniska skúla í Klaksvík. Vit lántu verkstaðið í summarferiuni.
Eftir hetta vóru borð og benkur lúta í Skótahúsinum
Hetta var alt flutt út í Skúvadal á várið 2018.
Tilfar til veggir og skilarúm.
Hetta arbeiði er gjørt frá Várið 2018 til Heyst 2018
Mett verður at vit mangla umleið seks leygardagar at gera húsið heilt liðugt inni.
Vit hava ymiskar framtíðar ætlanir, sum møguliga verða gjørdar, nevnast kunnu nakrar:
Toilet skúr, skúr til el anlegg og vatn viðurskifti.
Vinarliga
Skótalið Nólsoyar Páll’s
Símun Michael Sørensen