Fráferð – 10. juli 2013
Vit fóru við bussi til Vágarnar, har flogfarið var seinkað í tveir tímar, orsaka av at tað var mjørki dagin fyri fráferð okkara. Tá vit komu til Kastrup Floghavn, bíðaðu vit í tveir tímar, tí at Hjørdis, okkara leiðari, skuldi finna út av, hvat vit skuldu gera, tí at vit náddu ikki tokið til Ystad í Svøríki. Vit fingu so at vita, at vit vóru noydd til at taka flogfarið til Rønne, ið er ein býur á Bornholm. Vit vóru noydd til at renna allan vegin yvir til farstøð 1, sum er ein heilur kilometur. Tá vit vit komu til farstøð 1, skuldu nakrir skótar við fyrsta flogfari beinan vegin. Teir skótar, ið fóru við hesum flogfari, byrjaðu at seta tjøldini upp, tá teir komu til Rønne. Og hinir skótarnir bíðaðu í Kastrup, til næsta flogfarið fór. Vit búðu í einum kampingplássi, har vit svóvu í tjaldi. Vit høvdu seks tjald við okkum. Restina av degnum hvíldu vit okkum og hugnaðu okkum.
Middelaldercentret – 11. juli 2013
Vit vaknaðu umleið kl. 09:00, síðani fóru nakrir leiðarir at keypa breyð og viðskera. So ótu vit okkum mett og smurdu okkum matpakka. Síðani gekk leiðin til busssteðgistaðið. So tóku vit bussin til Middelaldersentret. Middelaldersentret er eitt stórt pláss, har tað eru nógv ting frá miðøldini. Har vóru nógv spennandi ting. Vit sóu millum annað ein mann sum skeyt við einari gamlari byrsu sum var eitt rør við krúti í. Vit lærdu nógv gomul spøl frá fornari tíð. Vit fóru inn í eitt stórt tjald, tí at tað regnaði, har vit lærdu nøkur spøl. Hesi spøl vóru primitiv. Tað vil siga, at vit brúktu næstan einki at spæla við uttan eitt gott hugflog. Vit lærdu, at baka breyð á eldi, gera stearinljós burturúr bivoks, tað gamla skriftmálið, at skjóta og søguna um lásbogan. Stutt sagt; vit lærdu um hvussu tey livdu fyrr í tíðini. Meir hendi ikki hendan dagin.
Runt í Rønne – 12. juli 2013
Henda dagin fóru vit á eina GPS renning í Rønne. Vit blivu deild í fimm bólkar, og fingu ein GPS í part. Tað var ein renning upp á 20 postar. Vit sóu nógv áhugavert á hesari renning, millum annað eina standmynd av tveimum hundum og einum manni.
Eftir hesa spennandi renning fóru vit at eta matpakka. Síðani gekk leiðin inn til miðbýin at shoppa. Har er ein stór sølumiðstøð og nógvir handlar uttanfyri. Veðrið var ótrúligt tann dagin og lagið var avbera gott. Vit ætlaðu at hugna okkum hetta kvøldið, tí fóru vit á eina matstovu at eta pitsur. Vit sótu í einum bakgarði og har vóru nøkur trøð og nógvir eiturkoppar. Har var ein biografur tætt við, so tað var sjálvsagt, at vit fóru til ein film, sum eitur The Intership. Vit gingu so heim og fóru at sova.
Joboland – 13. juli 2013
Vit byrjaðu dagin við at eta morgunmat, síðani fóru vit at gera okkun klár at fara í bussin, ið skuldi koyra okkum til Joboland. Joboland er ein stuttleika park. Har eru djór, rusji banar, renni strongur, vatnland og ís-matsøla.
Vit koyrdu við bussinum í ein tíma. Vit komu so til Joboland, har veðri var sera gott. Vit høvdu tað sera stuttligt, og onkur fór at spæla mini gólf, og onkur annar í ein rusji bana ella bara at ganga runt.
Vit fóru so at eta matpakka, og aftaná fóru vit í vatnland, og hóast vatnið var eitt sindur kalt, høvdu vit tað stuttligt. Tá ið vit vóru liðug í vatnlandinum, fóru vit at eta burgarar, og aftaná fóru vit aftur at stuttleika okkum. Og so var tíðin komil til at fara aftur í bussin sum koyrdi okkum til kamping plássið. vit komu so aftur á kamping plássið, og har fóru nøkur á spæli plássið, meðan nøkur at leggja seg.
Súkklutúrur – 14. juli 2013
Fyrst fóru vit at eta morgunmat. Øll fóru so til gongu ímóti handlinum har vit læntu súkklurnar, og fingu rættar súkklur til rættu persónar. Øll fingu hjálm, og so byrjaðu vit at súkkla til eitt savn. Í savninum vóru stríðsvognar og alt møguligt frá krígnum.
Vit fóru so aftur á súkklurnar, at súkkla til eitt annað savn, men ein datt og breyt armin. Vit hvíldu okkum við eitt hús har vit fingu lov at fara á WC at fylla vatn dunkarnar hjá okkum.
Vit komu fram til savnið ein tíma aftaná, men hetta var eitt heilt øðrvísi savn. Í hesun savninun vóru dinosaurar, og vit fingu fortalt, hvussu tað var fyri nógvum túsind árum síðani. Aftan á vit høvdu sæð alt á savninum, ótu vit matpakka á staðnum . Vit fóru so aftur á súkklurnar og byrjaðu at súkkla heimeftir. Á veg heim sóu vit ein elg. Vit fóru so at geva súkklurnar aftur. Síðani fóru vit aftur til kamping plássið, har vit fingu breyð at eta.
Vitja museum og Døndalen – 15. juli 2013
Fyrst fóru vit á eitt museum. Har var mega hugnaligt. Vit sluppu at nýta metal leitarar og vit sluppu at vaska gull. Ovast uppi var ein gomul skúlastova og ein handil. Eisini sluppu vit at hyggja eftir einum gamlum handli, gomlum leikum og plakatum frá øðrum veraldarbardaga. Seinni tóku vit ein øgiliga óbehagiligan heitan buss út til ein skóg, har størsti fossur í Danmark var. Men av tí at tað ikki hevði regnað leingi, var fossurin minni enn svartafossur. Vit brúktu øgiliga langa tíð at finna hann, tí fyri okkum var tað bert ein evarska lítil á. So fóru vit heilt niðan ígjøgnum skógin, har vit sóu tí vøkru útsjóndina. Eisini sóu vit ein sera penan summarfugl, ið var so stórur sum eitt oyra.
Home Hospitality – 16 juli 2013
Hendan dagin fóru vit í Home Hospitality, har vit skuldu sova heima hjá skótunum frá Bornholm. Fyrst skuldu vit møtast við øllum fólkunum úr Danmark. Vit stóðu í eini rekkju, og bíðaðu inntil tað bleiv rópt á okkum. Tá øll høvdu funnið tann persónin, ið vit skuldu vera hjá, fóru vit heim til tey. Onkur skuldi bara sita heima og slappa av, koyra í gomlum amerikanskum bilum og hyggja í sjónvarp. Onkur annar valdi at tey skuldu møtast við tveimum øðrum skótum, ið eisini høvdu Home Hospitality vitjan, og sova í tjaldi saman við teimum.
Home Hospitality – 17. juli 2013
Næsta dagin vit vóru á Home Hospitality, vóru summi og hugdu at bardaga, onnur vóru á strondini og sólaðu sær, fóru á Hammershus, (gamlar ‘ruinir’, sum vóru bumbaðar undir øðrum verðaldarbardaga), og fór á restaurant. Onkur annar var í Svaneke, ið er bommbýurin í Bornholm. Har sóu tey hvussu man gjørdi bomm og glas. Seinni fóru tey eisini í Gudhjem, har tey ótu verðins stórsta ís. Vegna tí heita veðrinum, smeltaði ísurin beinavegin, so hann var ordiliga ringur at eta. Tey flestu fóru eisini inn í tann handilin at keypa bomm, har tey, millum annað funnu eina sleikisneis, ið var líka høgur sum ein 12 ára gamal.
Hittast í Kanondalen – 18. juli 2013
Hendan dagin vóru vit liðug í Home Hospitality, og so møttust allir skótarnar í skógunum har vit skuldu yvirnátta eina nátt. Tá byrjaðu vit at pionera eitt flaggtorn við einum Føroyskum og einum Donskum flaggi, men torni varð ikki liðugt fyrr enn dagin aftaná. Vit kallaðu tað “Flaggtornið” Vit samlaðu eisini kirsjuber og hindber. Um kvøldi gjørdu vit undihald. Vit høvdu eina kapping, um hvør hevði besta undirhald. Vit lærdu eisini nýggj spøl frá Bornholmarunum, og so lærdu vit teir nøkur. Vit gingu eisini ein túr og møttu einum bambi. Vit fóru eisini á náttarrenning. Vesini vóru ikki sum tey, ið vit eru von við. Man skolaði ikki niður, tí alt datt bara niður í ein stóran sepptanga. So, um man vildi, kundi man hyggja eftir øllum “sýraða matinum” um man vildi tað.
Frá Bornholm til Keypmannahavn – 19. juli 2013
Dagurin byrjaði við at leiðarirnir vaktu okkum og søgdu, at vit skuldu pakka alt saman. Vit fingu morgunmat og blivu koyrd oman á keiina í bólkum. Vit vóru á keiini eina løtu og søgdu farvæl við allar teir bornholmsku skótarnar. Vit løgdu útgerðina hjá okkum á ein vogn, sum koyrdi alt umborð. Síðan fóru vit umborð og siglitúrurin byrjaði.
Vit sigldu frá Bornholm til Ystad og so víðari við metro til Keypmannahavnar.
Tá vit komu til Keypmannahavn, tjekkaðu vit inn á Danhostel. Vit vóru sera hørm um, at vit ikki fingu lummapengar at keypa fyri tann dagin, so vit settu okkum inn í eitt rúm, har sjónvarp og forskelligt annað var at brúka. Vit settu okkum beinanvegin at spæla kort. Løtu seinni fóru vit í song.
Runt í Keypmannahavn – 20. juli 2013
Leiðarirnir komu inn í kømrini og vaktu okkum. Vit komu upp, fingu morgunmat at eta og so fingu vit smurdan matpakka, til at hava við á túrin. Øll vóru ikki so nøgd við matpakkan, men tað gekk, tí vit brúktu okkara lummapengar upp á bomm og líknandi.
Vit tóku bussin inn til hovedbanegården og so gingu vit inn á Strøget. Vit fóru víðari til Guinnes world record, sum er eittt savn.
Har var nógv áhugavert at síggja inni. Har vóru nógvir lutir at síggja í veruligari stødd og okkurt var eisini at royna. Summa staðnis kundi man royna eg í at sláa ymisk heimsmet, sum vit dámdu væl.
So fóru vit í H. C. Andersen savnið. Har vóru nógvar søgur at lurta eftir á ymiskum málum, nakrar av søgunum vóru gjørdar til dukkur og nakrar av hesum dukkunum kundu flyta seg.
Síðan komu vit til eitt experimentarium, har ið man kundi royna nógvir spøkilsis lutir, sum vóru ræðandi. Vit fóru avstað tá vit høvdu hugt eftir øllum, sum var har inni minst tvær ferðir. So fóru vit út at spæla kort.
Vit fóru at hyggja eftir havanum hjá drotningini, og aftaná fóru vit at keypa ís og hyggja eftir havfrúnni. Har var trongt, tí har vóru nógvir asiatar, sum vóru villir í henni og skuldu taka mynd við henni. So fóru vit heim at eta og spæla kort og so í song.
Tivoli – 21. juli 2013
Vit búðu á Danhostel. Vit fóru upp og fingu okkum brunch og fingu ein matpakka frá Danhostel, sum vit einki løgdu í. So tóku vit buss til Tivoli, har vit skuldu vera restina av degnum. Tá vit komu inn, fingu vit armbond, eina billet til auqarium og eina billet til eina rusjibana mynd. Á einari av myndunum klípur Jaspur Bjørn Teitur, sum sær bara herligt út. Vit avtalu eitt stað og eina klokkutíð, har vit skuldu møtast at eta matpakkað. So fóru vit út og royndu ymisk ting. T.d. den flyvende kuffert, det gyldne torn, himmelskibe og demonen. Tá vit høvdu etið matpakka, fóru vit aftur út at royna ymisk ting, tað var ótrúliga stuttligt. Mitt á degnum fór Magnus, ein av skótunum, heim til Føroyar. Um kvøldið fóru vit at eta døgurða á einari resturant inni í Tivoli. Vit fingu burgara, kips og sodavatn. Og vit vóru so heldig at fáa ís til desert!! Tá ið vit komu heim á Dan hostel, fjasaðu vit illa og tað var ringt at sovna.
Shopping – 22. juli 2013
Sama gjørdu vit hendan morgunin. Fingu okkum brunch og ein matpakka. Vit tóku bussin til tokstøðina, síðani tóku vit tokið til Rødovre. Har møttu vit syskinabarn Regin og gingu so yvir til sentrið. Uttan fyri sentrið var eitt borð og ein sofa úr steini, har skuldu vit møtast at eta matpakka. Sentrið hevði ógvuliga nógvir handlar, og tað var torført at finna runt. Har var t.d. H & M, Spejdersport, Only og Sunset. Í sentrinum keyptu vit ting til okkum sjálvi, men vit keyptu eisini gávur til familju og vinir. Tá vit høvdu etið matpakka, sluppu vit aftur at shoppa. Á veg yvir í sunset, har vit skuldu eta, gingu vit ígjøgnum mittina av sentrinum, har ið nógv vísindalig ting vóru at prøva t.d. illusiónir og okkurt spæl, har tað ræddi um at føla seg fram. Til døgurða fingu vit okkurt slag av sandwitch. Tá vit komu heim á Danhostel, var tað tíð til at pakka, tí at vit skuldu heim til Føroyar dagin eftir. Hjá nógvum av okkum var tað ringt at at pakka, tí vit høvdu keypt so nógv. Síðani fóru vit í brús, og so løgdu vit okkum at sova.
Heimferð – 23. juli 2013
Vit fóru upp, fingu okkum brunch, og ein matpakka. Vit tjekkaðu út úr danhostel kl. 10.00. so tóku vit buss til tokstatiónina og harfrá koyrdu vit tok til kastrup. Tað var rættiliga stressandi, tí øll passaðu ikki inn í tokið, og tey sum sluppu inn vóru ógvuliga kroyst. Tá vit vóru komin á flogvøllin, tjekkaðu vit inn, og so fóru vit til den blå planet. Tað sum var nokk so áhugavert var at í den blå planet høvdu tey hermt eftir Føroyum. Tey høvdu gjørt eitt berg og har vóru Føroyskir lundar. At vera í den blå planet var rættiliga stuttligt. Tá vit vóru komin yvir á flogvøllin aftur, funnu vit útav at Sigmundur hevði gloymt sín jakka eftir. Tá Jaspur, Hákun og Sigmundur høvdu verið eftir jakkanum, fóru vit at fáa okkum døgurða, bólkarnir valdu sjálvir hvar teir keyptu mat. So var tað tíð til at gera seg kláran at fara á flog. Áðrenn vit fóru inn í flogfarið, fingu vit ein hálvan tíma at keypa okkum bomm og tílíkt. Tá vit komu til Føroyar, stóðu foreldur og systkin spent og bíðaðu eftir okkum. Men áðrenn vit sluppu heim, máttu vit enda.