Bólkalegan hjá Skótalið KFUM´s var í Skálavík
Hon var sera væl eydna, vit fingu samansjóða allan bólkin, so hettar verður eitt afturvendandi tiltak. Vit upplivdu tá skótaárði byrjaði aftur, at allir úlvarnir, sum skuldi flyta upp til skótaliði, møttu allir upp. Hettar er sera óvannligt, ofta plaga teir at gevast í summarfrítíðina. Nokk av tí at teir ikki kenna/vita hvat man ger í skótaliðnum.
So við hesum tiltakinum/efaringinum ríkari, vita vit hvussu vit kunna gera fyri at sikra eina støguða uppfliting í Úlvaflokkar til Skótalið.
Á leguni var nógv á skránni, mest vanlig skótakynstur. Vit býttu patrúljinar upp av nýggjum, so at skótar og úlvar vóru saman, uppá hendan mátan lærdi tey hvønn annan at kenna betur.
So vit vilja takka FUR at lata okkum hendan stuðul og tí gjørdi at hettar tiltakið bar til. Eisini uppá hendan mátan at vit kunnu fáa nýggja mátar at tryggja skótaarbeiði í framtíðini.
Við Skótakvøðu
Bogi F. Sigurstein
Bólkaleiðari Skótalið KFUM´s