Heinastova er ein smátta sum stendur í Likkudali, sum er í Suðurstreymi, uml ein kilometur vestan fyri grótbrótinum úti í Glyvurnesi.
Hettar var ein smátta hjá KFUM skótinum á Argjum, men av tí at tað arbeiðið datt niðurfyrið, støðgaði byggingin av smáttuni upp.
Fleiri av teimun gomlu limunum hjá KFUM skótunum á Argjum blivu limir hjá Skótalið KFUM´s og tá vaknaði hesin dreymurin at endurreisa smáttuna uppaftur.
Men hon hevði staðið órøkt í 23 ár og av tí sama var hon í ringum standi. Men hettar støðgaði ikki okkum, vit tóku alt tað gamla niður og bygdi hana út og endurreisti hana.
Heinastova er uppkallað eftur Heina Hansen, sum doyði bert 19 ára gamal í 1997.
Heini var ein virkin leiðari hjá KFUM skótinum á Argjum og hjálpti eisini at byggja Heinastovu.
Heinastova verur nýtt til at skótapatrúljur kunna gista og har har man styrkir konseptið hjá skótunum um at børn leiða børn. Smáttan er sera hóskandi í stødd til eina patrúlju av tí at hon tekur átta fólk.
Heinastova bleiv tikin í nýtslu tann 26. august í 2019 og eru vit sera fegin um hava fingið hesa fína smáttu til okkara arbeiði.
Men einki ber til uttan stuðul og hjálp. Glasir smíðaði alt uttandura og sperrur. Tyrlutænastan flutti alt niðan fyri okkum og FUR stuðlaði við 35.000 kr., tað vilja vit siga tusind takk fyri.
Við skótakvøðu
Bogi F. Sigurstein
Bólkaleiðari
Skótalið KFUM´s