Tankin við hesum hugskotinum var, at vit eldru leiðarar, lærdu og geva íblástur til tey yngru, so tey ein dag kundi taka við ábyrgd og leiðsluni í Skótalið KFUM´s.
Vit vóru í Botni í Suðuroy.
Skráin var ímillum annað ein postarrenning runt í Suðuroy og eisini fyrilestrar um leiðslu og eisini um ymsar góðar avtalur, sum bólkurin hevur. Tey ungu muga jú kenna til hvar man fær góðar prísir.
Eisini bleiv lært um FUR og tips pengar, so hendan góða avtalan ikki verður gloymd, orsaka av einum ættarliðsskifti.
Hettar hevur riggað sera væl, tí at í dag sita tey ungu við allari dagligu leiðsluni, har vit eldru nú hava bólkaleiðsluna um hendi, akkurát sum tað skal vera.
Vit takka FUR fyri at stuðla hesari ferð og samstundis um at styrkja undir okkara leiðslu.
Við Skótakvøðu
Bogi F. Sigurstein
Bólkaleiðari
Skótalið KFUM´s