04. desember 2017

KFUM skótarnir í Føroyum

Frágreiðing um mobilt leiðaraskeið

Mobilt leiðaraskeið var 15.-16. Septembur 2017.

Endamálið við leiðaraskeiðnum er at brynja ungar og/ella nýggjar leiðarar til at vera góðir og dugnaligir úlva- og skótaleiðarar.

Á skeiðnum varð dentur lagdur á at fyrst og fremst at seta leiðararnar inn í bygnaðin á
skótasamskipanunum í Føroyum (t.e. KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya skótasamband og Føroya KFUK skótar og hvussu hesi innganga undir Føroya Skótaráð).
Eisini fingu tey undirvísing í merkjaskipan og venjingarskipan hjá KFUM skótunum í
Føroyum.

Luttakararnir skuldu eisini gera greiði fyri eitt gott upplivilsi, sum tey hava havt frá skótalívi teirra og síðan útgreinað hettta og brúka tað í planleggingarprosessini, til t.d. fundir, legur, tiltøk o.t. Í fleiri umførum skuldu luttakarar planleggja skótaárið við eitt nú fundum og legum og útgreinað innihaldið og hvussu tiltøkini skuldu verða framd. Luttakararnir skuldu eisini útføra ymsar praktiskar fundir, sum eitt nú at gera bál við 2 svávulpinnum og ein stutt heik í haganum.

Dentur varð lagdur á at práta og deila royndir við hvønn annan og á hendan hátt koma fram til, hvussu ymsu leiðarauppgávurnar best verða loystar.

At enda var ein eftirmeting. Luttakarar skuldu eftirmeta, hvat tey høvdu lært á skeiðnum og skuldu meta um, hvussu skeiðið varð farið fram – hvat var gott og minni gott. Hetta verður so tikið til eftirtektar til framtíðar skeið.

Á skeiðnum vóru 12 luttakarar úr 4 ymsum skótabólkum.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023