Tvey umboð fyri Føroya Skótaráð vóru við á Nordisk Spejderkomite (NSK) fundi í Oslo, har skótasamskipanirnar viðgerða ymisk mál og tiltøk sum eru aktuel.
Á fundinum í 2017 var t.d. aktivitetsplanin fyri komandi árini viðgjørd og løgd fram til
góðkenning. Aktivitetsplanin er ein ætlan fyri øll tiltøk komandi árini, so øll londini ikki
leggja tiltøk sama ár o.s.f.
Á skránni er eisini viðgerð av teimum sum ynskja at stilla upp til val til Norðurlendsku og
heimskonferancurnar.
Mest av øll er NSK fundurin eitt sera gott forum hjá okkum at netverka og skapa sambond
við hini norðanlondini.
Við skótakvøðu
Landsnevndin KFUM skótarnir í Føroyum