Vit byrjaðu leguna við at vera avheintaði í Klaksvík og Runavík og vóru síðani koyrd til Selatrað.
Tá ið vit komu til staðið byrjaðu vit beinanvegin at byggja okkum bivuakkina, sum skuldi vera miðdepilin í leguni. Øll luttóku í arbeiðnum at gera bivuakki og vit løgdu afturat henni so hvørt, sum vit funnu uppá ting at leggja afturat. Vit broyttu upprunaligu ætlanina at gera ein ovn til at hava eitt bál við potti. Maturin hjá okkum var hildin kaldur í ánni, og tá ið vit høvdu brúk fyri honum so máttu stilvarnir uppá.
Tann seinna dagin steðgaðu vit at pionera eina løtu, fyri at fara ein túr út at fiska í bátinum, sum depilin eigur. Tað var tíðanverri uttan úrslit og vit máttu hava eplir og gularøtur til døgurða.
Bivuakkin, sum vit gjørdu var nakað fyri seg. Hon var í tveimum hæddum, sovikamar uppi á við altan. Niðri undir var køkur, bonkur, heingikoyggja, lagur og vatn inleiðing. So høvdu vit eisini bálið beint uttanfyri.
Legan var væl eydnað og burtursæð frá fiskinum, sum ikki var at fáa so gekk alt eftir ætlan. Tvein, presendingar o.s.fr. varð pakka væl saman og givið til depilin á Selatrað eftir leguna, so tað vónandi kann koma til góðar fyri onkran eftir okkum.