13. mars 2014

HUXA

Frágreiðing um tiltak um avlurtingarpakkan

Tiltakið var av fyrstani tíð útsett, av tí, at eingin vildi veruliga úttala seg fyrr enn málið hevði verið í rættarnevndini. Felagið gjørdi tískil av, at útseta tiltakið til tess, at røttu luttakarnir vildu luttaka.


Tiltakið var tískil flutt til 29. Januar. Gott og væl 50 fólk vóru møtt hetta kvøldið á Hotel Hafnia. Eisini varð avtala gjørd við Portal.fo, um at streama frá tiltakinum. Eisini varð møguleiki at seta spurningar til kjaklutakarnar umvegis internetið.

Gott og væl 600 fólk fylgdu við umvegis internet.


Lutakarnir í pallborðinum vóru, Jón Tyril, Jógvan Elias Winther Poulsen, sakførari, og Mikkjal Thomassen, leiðari á narkodeildini hjá løgregluni. Uni Holm Johannesen var orðstýrari


Tað komu nógvir góðir spurningar úr salinum, og fólk vóru sum heild væl nøgd við tiltakið.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023