17. mars 2019

Havnar KFUK skótar

Frágreiðing um 90 ára stovningarhald

9. mai 1928 byrjaði Henrietta Hansen við gentuskótum í Føroyum. Hesar fyrstu vóru
í okkara bólki og hevur arbeiði verði virki í øll árini síðani tá. Nógvar hava genturnar
í Havn verði sum hava roynt skótalívið. Okkara bólkur er sera virkin bólkur og vit eru
javnan úti í heimi við okkara skótum umframt til allar legur/tiltøk sum eru í Føroyum.
Vit vildu fegnar markera okkara 90 ára stovningardag – og gera tað á tann hátt at
fyrrverðandi limir fingu høvi at vitja bólkin – og tó – vildu vit eisini gera tað á tann
hátt – at tað bleiv ein veitsla fyri tær sum eru limir í dag.

Áðrenn sjálvan dagin høvdu vit nógvar fyrireikingar. Vit høvdu sett okkum fyri, at
okkara skótahøli skuldu gerast í stand. Alt skuldi snøggast, ruddast og málast. Nógv
av hesum arbeiði varð vaksnamannaarbeiði, so vit fingu foreldur at hjálpa okkum –
so kvøld aftaná kvøld vóru fólk í KFUK. Onkur setti nýggj skáp upp, onkur koyrdi
rusk vekk, onkur málaði, og onnur vaskaðu – so tá dagurin bleiv hátíðarhildin 6. mai
vóru vit sera glaðar fyri okkara nýggju skótahøli.

Sjálvt hátíðarhaldið byrjaði við at vit gingu skrúðgongu frá okkara skótahølum til
guðstænastu í Havnarkirkju. Skótarnir vóru virknir partar undir guðstænastuni. Vit
høvdu fløgg við okkum og so vóru tað skótar, ið lósu inngangs- og útgangsbønina.
Aftaná guðstænastuna varð farið at fáa sær eina góða máltíð. Pizza 67 hevði gjørt eitt
gott sjálvtøkuborð til okkum, altso eitt sera barna/ungdómsvinarligt borð. Tey tóku
ikki ímóti øðrum gestum meðan vit vóru har.

Aftaná at allar høvdu etið seg mettar bleiv skrúðgonga niðan í KFUK. Her var ymist
undirhald fyri skótarnar. Ein postarenning – við nýggjum og gomlum søguligum
postum. Skótarnir vóru í smáum bólkum og loystu uppgávurnar. Eitt stórt bál varð
tendrað har skótarnir kundu steikja sær skúmgæti og afturvið høvdu vit alt sum har til
hoyrir.

Inni gingu fleiri og stákaðust, her skuldi stórt kaffiborð verða. Foreldur høvdu bakað
smákakur og vit høvdu bílagt stórar føðingardagskøkur frá Guðny´sa køkur. Kl. 16:00
varð nevniliga opið hús. Vit høvdu “bílagt” tvær røður til dagin, Elin Henriksen, sum
skuldi hugleiða um skótaarbeiðið og Turið Horn, fork. í Náttúru og umhvørvisnevndini hjá býráðnum (og fyrrv. skóti). Harafturat hildu eisini borgarstjórin, Annika Olsen og Uni Næs, dómpróstur røður. Og nøkur afturat við styttri røðum.

Sera nógv fólk komu til tiltakið. Vit vóru sera glaðar fyri dagin. Og gleddust eisini
yvir at skótar frá hinum skótasamskipanunum komu á gátt.

Vit takka FUR hjartaliga fyri at tit vildu veita okkum stuðul til tiltakið

Vegna Havnar KFUK-skótar,

Blíðar heilsanir
Astrid Joensen

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023