20. mars 2025

Havnar KFUK skótar

Ferð til Our Charlet

27 desembur varð farið úr Føroyum og hýrurin var góður. Vit svóvu í skótadeplinum í Keypmannahavn áðrenn leiðin gekk ímóti Sveis. Alt varð pakkað saman og gjørt klárt til longu ferðina til Sveis. Men av tí, at vit skuldu koyra við fleiri tokum og bussum, komu vit at uppliva fleiri býir eisini. Komin til Bern fingu vit nakrar tímar at ganga í gøtuni har, tað var hugnaligt at uppliva. Seinasti busstúrur førdi okkum til Adelboden, har sum vit skuldu búgva í Our Charlet skótadeplinum. Vit máttu ganga í ein hálvan tíma gjøgnum brekku fyri at koma at húsunum, men viðførið varð koyrt.Eitt sera hugnaligt hús við øllum hentleikum. Alt inna var úr træi, sum eisini sermerkti arkitekturin har í býgdini.

  1. desembur 2023

Vit fingu morgunmat og skuldu smyrja okkum ein matpakka. Hendan dagin skipaður tey á deplinum fyri ymiskum aktivitetum. Skótarnir vórðu koyrd í bólkar og hvør bólkur fekk eitt egg, ið tey skuldu verja og vera góð við gjøgnum allan dagin. Skótarnir skuldu til postarenning, tey skuldu gera eitt skjól, kynda eitt bál og at enda skuldu tey gera ein fallskerm til eggið og kasta tað út gjøgnum vindeygað frá ovast hædd. Ein sera sturrligur dagur og góð kapping ímillum børnini. Um kvøldið fingu vit góðan døgutða og so vóru spøl og hugni.

  1. desembur 2023

Eftir morgunmatin og at hava smurt matpakkan fóru vit niðan í fjøllini við bussi og restina av teininum fóru vit við lyft niðan har, ið tey standa á skí, skreiða o.a

Vit skuldu skreiða. Banarnir vóru ymiskir og vit fingu vegleiðing áðrenn vit sluppu í gongd. Eisini var nakað av fyrireiking, tí vit skuldu hava skikort, hjálm og sleðu, áðrenn vit sluppu í lyftina. Vit øll hugnaðu okkum óført og tá ið vit fóru oman aftur, var byrjað at kava. Kavin bara vaks og tá vit gingu niðan aftur til Our Charlet var tað sum at síggja í ein hugnaligum jólafilmi. Tað kavaði um alla bygdina og trøini vóru so ómetaliga flott at síggja. Um kvøldið ótu vit ein góðan bita, hugnaðu okkum og hugdu at fýrverki á middnátt, sera vakur í øllum kavanum, tó ikki so nógv fýrverk sum í Føroyum’. Hetta kvøldið fóru vit øll móð og troytt í song upp á tann góða mátan.

  1. januar 2024

Tá morgunmaturin var etin og matpakkar smurdir vóru vit aftur klár at fara á ferð. Vit skuldu vitja eina høll har tey høvudi ymiskar aktivitetir. Vit skuldu inn í eina klatrihøll, har tey sluppu at royna seg. Aftaná fóru vit út ein túr og funnu okkum eitt stað at eta matpakka. Tá ið vit høvdu spákað eina løtu fóru vit at spæla curling. Tó ikki sum vit kenna curling, hetta var ein øðrvísi háttur, líktis nógv Boccia. Hetta var inni í eini skoytihøll, so tað var nokk so kalt, men øll hvødu heit klæðir við sær, so tað hevði onki at siga.

  1. januar 2024

Leiðin gekk til Engstligen Alp, ið liggur í 1900 metra hædd. Vit sluppu inn í eina igloo, ið hevði ymiska list av gleri. Vit roynd snowtubing, har tú skreiðir á stórum dekkum.

Um kvøldið var Swiss night har vit hoyrdu um Vogelige og lærdu ein seisiskan sang og vóru við til eina spurnarkapping. Kvøldið endaði við leskiligari frukt og sjokoláta fondue

  1. januar

Og so var tíðin flogin avstað og  vit skuldu finna øll okkara ting fram og pakka til heimaferðina. Ferðin til Our Charlet hevði verið hendingarrík og drúgv, so vit gjørdu okkum veruliga kláran til eina drugva ferða aftur til Danamrkar. Tó áðrenn vit fóru úr Sveis, steðgaðu vit í Zurich, tí vit máttu sjálvandi eisini vitja kendu sjokolátaverksmiðjuna hjá Lindt. Tað var stórsligið og vit sluppu at eta nógva sjokolátu, haldi vit øll høvdu eitt sindur ilt í búkinum, mn taða var tað vert.

  1. januar

Eftir at hava ferðast gjøgnum dalar og fjøll komu vit aftur til Keypmannahavnar og nú gleddu skótrnir seg til at sleppa at shoppa. Vit hittus øll tað kvødið til ein góðan bitan í Fiellds áðrenn leiðin gekk aftur á skótadepilin.

  1. januar

Morgunin eftir varð ruddað og pakkað og so var eftir at fara út á flogvøllin og síðan til Føroyar.

Ein sera góður , hendingarríkur og minniligur túrur, ið knýtti vinarbond bæði millum vaksin og børn

 

Stuðlaðar verkætlanir

Skótalið KFUM´s

Flutningsdukkur

Skótalíð KFUM´s

Hjartastartarir

Sinnisbati Ung

Básur á mentunarnáttini, juni ‘24

Sinnisbati Ung

Introkafe í Perluni, mai ‘24