20. mars 2025

Ung í dansi

Ferðafrágreiðing Nordlek 2024

10. - 21. juli fóru 19 ung úr Føroyum til Norra á stóru norðurlendsku dansistevnuna Nordlek. Vit komu 2 dagar áðrenn ungdómsleguna, so vit høvdu leigað buss og koyrdu runt og vitjaðu dansifeløgini í Evju Bygdetun og Hovden. Tann fyrra dagin vóru vit og dansaðu við dansifelagnum i Nes Nasjonale Dansarring. Vit dansaðu nógvar ymsar norskar dansir og eisini føroyskan dans og dansispøl. Í Hovden framførdu vit dansispøl í miðbýnum, og tey lærdu okkum at dansa norska dansin gangar. Harafturat vóru vit eisini og vitjaðu søvn á vegnum, har vit m.a. lærdu um norskar stavkirkjur og gamlar siðir og handverk. 12. juli byrjaði ungdómslegan, Nordisk Sommarleir, sum Noregs Ungdomslag skipar fyri. Hendan legan er fyri ung í aldrinum 13 - 26 ár, sum eru virkin innanfyri m.a. fólkadans, sjónleik og fólkatónleik. Áðrenn vit komu til leguna høvdu vit meldað okkum til verkstovur. Flestu føroyingar valdu at læra at dansa Halling, sum er eitt slag av norskum dansi. Summi meldaðu seg til verkstovu í sangleiki og fólkadansi fyri roynd. Annað enn verkstovur varð skipað fyri kappingum í m.a. hekling, har nógvir føroyingar royndu seg - bæði gentur og dreingir. Eisini varð skipað fyri kapping í improvisatión, har føroyingarnir stóðu seg væl. Tað síðsta kvøldið høvdu vit úr Føroyum bjóðað okkum til at skipa fyri einum borðhaldi fyri allari leguni. Tveir luttakarar frá hvørjum landi vóru við í verkætlanini, Nordisk Språkbad, sum hevur til endamáls at arbeiða fyri, at øll kunnu tosa sítt móðurmál á norðurlendskum stevnum. Luttakararnir møttust hvønn dag bæði á summarleguni og á Nordlek. Endin á verkætlanini var eitt show uppá trý korter, við rappi, sangi, dansi og yrkingum á ymsu málunum. 16. juli byrjaði Nordlek stevnan, og tá komu 55 føroyingar afturat. Vit ungu búðu á einum skúla saman við øðrum ungdómi. Stevnan varð sett við Pollen í Arendal, og vit ungu vóru við í einum innslagi. Hesar dagarnar 16. - 21. juli vóru nógv ymisk tiltøk á skránni í býnum. Vit høvdu almennar framførslur hvønn dag á ymsum plássum í býnum fyri eini stórari áskoðarafjøld. Um dagin vóru ymiskar verkstovur og framsýningar, og um kvøldið varð dansað á trimum støðum parallelt, har hvørt land hevði ein hálvan tíma í part at undirvísa í sínum egnu dansum. Seinni um kvøldið var náttardansur, har til bar at skriva seg á ein lista og undirvísa. 20. juli vóru allir luttakarar við í eini skrúðgongu ígjøgnum býin, sum leiddi upp til eitt Setesdalsbrúdleyp, ið er upptikið av UNESCO sum livandi mentanar- og siðaarvur. Seinni um dagin vóru framsýningar, har hvørt land fekk fýra minuttir at tosa um teirra tjóðbúnar, og ein av okkara ungu fekk ábyrgdina av at fortelja um føroysk klæðir. Á midnátt endaði stevnan við røðum og framførslum, og til endans varð Nordlek flaggið handað Danmark, sum skipar fyri Nordlek næstu ferð í 2027. 21. juli flugu vit heimaftur til Føroya eftir eina stuttliga og hugnaliga stevnu.

Kulturfotografen AS Thor Hauknes/Noregs Ungdomslag. 

Stuðlaðar verkætlanir

Skótalið KFUM´s

Flutningsdukkur

Skótalíð KFUM´s

Hjartastartarir

Sinnisbati Ung

Básur á mentunarnáttini, juni ‘24

Sinnisbati Ung

Introkafe í Perluni, mai ‘24