Bólkarnir Spírin og Aksið spældu á Tjóðpallinum sýningina ”Ljós í myrkri” 30. apríl og 1.mai 2022.
Aldurin á næmingunum er frá 9 ár til og við 16 ár.
Hendan sýningin var ikki ein traditionellur leikur – tað var heldur ein sýning, har næmingarnir høvdu ljós og tónleik sum hjálparamboð í sýningini, umframt leikamboð sum poi, ljósveingir og ljósstavar.
Næmingarnir gjørdu felagsseriur við hesum leikamboðum, sum vóru koordineraðar og framførdar í felag.
Í sýningini vóru 2 monologar og 1 dialogur, ið høvdu ávikavist ”ljós” og ”myrkur” sum temað. Hesar høvdu næmingarnir sjálvi skrivað til høvið.
Útselt var til allar sýningarnar.