Fyrr í ár vóru vit í BKU bjóðaði á tvær legur hjá BKU í Norra og Blåbandet í Svøríki. Hetta hildu vit vera sera spennandi og viðkomandi fyri okkara limir og vit søktu tí FUR um 15.000 kr í stuðli til túrin og fingu játtað 7.000 kr.
Endamálið við hesum legunum var, at skapa eitt samstarv ímillum tey ungu í BKU í Føroyum, ung í BKU í Norra og ung í Blåbandet í Svøríki, har tey kundu mennast, læra av royndum og avbjóðingum hjá hvørjum øðrum, læra at seta mørk og at hvíla í sær sjálvum.
Til leguna í Säla, Svøríki, tann 4.-8. juli, vóru 25 luttakara, harav fimm vóru úr Føroyum, og til leguna í Kristianssand, Norra, tann 8.-12. august 93 luttakara, harav fimm vóru úr Føroyum.
Legurnar vóru, sum vænta spennandi og avbjóðandi. At búgva tætt saman og skulla samstarva við fólk frá ymsum londum/mentanum kravdi at luttakararnir vóru rúmligir, settu sín tørv til síðis viðhvørt og stuðlaðu hvørjum øðrum. Tað var stuttligt at síggja hvussu vinabond vóru knýtt tvørtur um landamørk, og at síggja hvussu tey enn samskifta javnan.
Umframt at vit hava fingið eitt sera gott samstarv við BKU í Norra og Blåbandet, sóu vit eisini serliga tveir fantastiskar møguleikar við legunum, at vísa ungum á góðar rúsfríar løtur og at styrkja limafelagsskapin hjá BKU í Føroyum, og hetta halda vit hevur eyðnast sera væl.
Tey ungu, ið vóru við á legunum upplivdu nógvar spennandi, stuttligar og góðar rúsfríar løtur og vit fingu ígjøgnum sosialu miðlarnar víst okkara fylgjarum tað sama. Afturat hesum er áhugin fyri at vera limur í BKU eisini voksin og vit fáa nógv fleiri fyrispurningar um okkara limafelag.
Vit vilja takka FUR fyri stuðulin, ið var latin okkum.