07. oktober 2022
Frágreiðing um endurbygging av Hoyløguni á skótadeplinum á Selatrað.
Verkætlanini at endurbyggja hoyløguna hevur til endamáls, at:
- skótar kunnu hava eitt útihús, har tey kunnu hava patrúljufundir, bæði á legum og tá tey eru á Selatrað til onnur endamál
- skótar kunnu fara inn í hoyløguna at eta um veðrið hevur við sær at ein ikki fær etið uttanfyri
- skótar hava møguleika at fara inn í hoyløguna at sova, tá teir eru á legu og ikki vilja brúka stóra hvíta húsið
- tá legur eru á skótadeplinum kann hoyløgan brúkast til ymiskt virksemi
- gera eina goymslu, til tilfar til uttandura virksemi, sum skótanir kunnu brúka og hava lættari atgongd til.
Verkætlanin hevur við sær at tað gerst munandi lættari at hava skótaarbeiði, og gevur skótunum betri umstøður at virka í.
Hoyløgan er klødd og hevur fingið nýtt tak á, og er arbeiðið við at innrætta hana av nýggjum byrjað.
Alt arbeiðið er sjálvboðið og vit vóna at Hoyløgan kann vera liðug í ár.
Vit vilja hjartaliga takka fyri stuðulin frá Føroya Ungdómsráð.