18. feb. 2022 skipaði Blákross Ungdómuar fyri rúsfría konsert í Reinsaríinum í Havn. Hetta var eitt rúsfrítt tiltak fyri ung - eitt tiltak, ið á annan hátt var sum øll onnur tiltøk í býnum.
Til konsertina høvdu vit fingið Anton Liljedahl, Daniu v/bólki og Joe and the shitboys at spæla. Vit bygdu konspetið upp rundan um Joe and the Shitboys, ið var høvuðsnavnið hjá okkum, men grunda av korona, so máttu Joe and the Shitboys avlýsa dagin fyri tiltakið. Av tí at Joe and the Shitboys avlýstu, máttu vit broyta konseptið til konsertina. Vit ætlaðu, at hava eina standikonsert, men tá ið teir ikki komu, bleiv konsertin til eina sitikonsert við caféstemningi. Rúsfríir cocktails vóru seldir í barrini, ljós á borðunum, meira hugnaligur tónleikur og so vóru nøkur borðspøl, um ung ynsktu, at hugsavna seg við tí.
Av tí at avlýsingin kom so seint var sera trupult, at finna nakran annan, men til endans játtaði Ester Skála seg til at framføra. Astrið Gullborgardóttir var eisini á palli við Stand-up comedy, og hetta eydnaðist ótrúliga væl. Pætur Nattestad Petersen fortaldi úr sínum lívi, hvussu tað hevði verið, at vera bundin av rúsevnum, og eitt stutt filmsbrot av Manuel Delgado var eisini at síggja, har hann greiddi stutt frá, um lívið sum kendur ‘drug dealari’ og sjálvur bundin av rúsevnum.
í samband við fyrireikingina av tiltakinum spurdu vit tey ungu á okkara Instagram vanga, hvønn tónleikara, tey ynsktu at hoyra til konsertina og har fingu vit nógv boð, og millum hesi vóru nevnd Anton, Dania, Joe and the shitboys og Ester Skála. Tey vóru eisini við í, at velja hvønn vit skuldu hava til stand-up.
Grundin til, at vit skipaðu fyri hesi konsertini er tí, at vit ynsktu at hava eitt rúsfrítt tiltak tá samfelagið opnaði aftur. Tað hevur verið trupult, at finna rætta tíðspunktið, tí alt hevur verið so svingandi við korona smittuni. Eitt tílíkt tiltak má planleggjast í rímiliga góðari tíð og útsvingini av korona hava gjørt hetta trupult, nakað, ið vit eisini merktu til nú vit høvdu tiltakið og Joe and the Shitboys blivu raktir av korona dagin áðrenn konsertina. Konsertin eydnaðist tó sera væl og verður ikki tann síðsta vit skipa fyri. Til konsertina vóru áleið 120-150 ung, og vit fingu nógvar góðar afturmeldingar um, at tað er tørvur á tílíkum tiltøkum. Fólkini, ið møttu upp til tiltakið vóru sera blandaði og tiltakið megnaði, at røkka nógv ymisk ung. Hetta var eisini nakað vit løgdu okkum eftir í teimum songbólkunum vit valdu.
Til tiltakið vístu vit eisini á, at tað ber til, at vera limur hjá Blá Kross Ungdómi. Vit høvdu eitt borð, har man kundi tekna seg sum lim, og tá ein gjørdist limir á staðnum fingu tey eina limahettutroyggjur. Eisini bar til, at keypa sær eina hettutroyggju, um ein ikki gjørdist limir.
Vit eru væl nøgd við tiltakið og sóu hvussu neyðugt hetta konseptið er, fyri okkara ung í Føroyum.