13. mars 2014

HUXA

Frágreiðing um luttøku á UNR

UNR Ferðin fór fram sum ætlað og uttan hóvastak, og ferðaliðið kom til Oslo í øllum góðum.

Fyrsta dagin, fríggjadagin, vóru fyrilestrar á skránni um Arktiska økið. Her fingu umboð frá HUXA møguleika at hitta granskarar, umboð fyri vinnuna og aktivistar frá øðrum Norðanlondum. Hetta gav okkum eitt gott innlit í arktiska økið.Leygardagin var sett hol á sjálva ráðstevnuna. Tá var møguleiki, at leggja fram uppskot.

Føroyska sendinevndin hevði lagt trý uppskot fram. Eina uppskotið snúði seg um, at føroyingar skuldu fáa tolk á UNR. Eitt uppskot um, at Føroyar skuldi gerast sjálvstøðugur limir í Arktiska ráðnum. Eitt uppskot um, at handilsforðingarnar móti Føroyum skuldu fordømast.Tá uppskotini vóru løgd fram, vóru tey beind í ymiskar nevndir. Her høvdu umboðini hjá HUXA møguleika, at viðgera ymisk mál, ið vóru løgd fram og samskifta á skandinaviskum.

Umboðini hava sostatt fingið betur innlit í fólkaræðisligar mannagongdir og lært at samskifta á skandinaviskum.

Leygardagin og sunnudagin var høvið, at atkvøða um uppskotini, ið vóru løgd fram. Føroyska sendinevndin hevði gjørt sítt arbeiði til lýtar og øll uppskotini vóru samtykt mestsum einmælt.

Vit meta tískil, at UNR hevur verið eitt sera gott høvið hjá okkum, at gera vart við okkum og hava ávirkan á avgerðir í norðurlondum. Eisini vóru vit við at samtykkja uppskot hjá øðrum, ið vóru løgd fram.

Leygarkvøldið fingu vit eisini høvið, at fara í víðagitna býráðssalin í Oslo, har Nobelheiðurslønin plagar at verða handað.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023