09. januar 2015

Sosialistisk Ung

Frágreiðing um Retorikskeið

VIKUSKIFTISSKEIÐ UM RETORIK OG POLISTISKA ARGUMENTATIÓN

Sosialistisk Ung skipaði fyri vikuskiftisskeiði tann 30 nov. 2013 og vóru øll ung vælkomin at luttaka.
Lutakara talið var 18 fólk og so skráin fyri dagin soleiðis út:
09:00 Morgunmatur

10:00 Politisk argumentatión og retorikkur

12:00 Steðgur og matur

13:00 Politisk argumentatión og retorikkur

15:00 Steðgur og drekkamunnur

15:30 Hvussu skrivar ein eina góða røðu?

16:00 Workshop: Skriva og hald eina røðu + framløga

19:00 Døgurði

20:30 Veistla og undirhald
Vit valdu at skipa hetta skeiði við tí grundgeving at vit halda at mangan mangla tey ungu teir røttu reiðskapirnir til at kenna sín egnan krop og at bera ein boðskap fram í tí almenna sum í tí privata, her er hugsan um at fáa ein boðskap fram sum t.d ein røða, kjak og upptraðkan.
Vit ynsktu eisini at fáa fakfólk at leiða okkum gjøgnum hetta skeiði tí vit mettu at vit fáa besta lærdómin frá einum slíkum persóni.
Sum fyrilestrarhaldara høvdu vit fingið Ingibjørg Berg, hon er cand. scient. pol. og hevur nógvar royndir við politiskt kommunikatión og hevur eisini undirvíst í tí. Nú er hon Kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu.
Skeiðið gekk gott og fingu vit grundleggjandi vitan um menniskjað, bólkar, kropsmál, retorik og evnisval.
Gjøgnum skeiðið fingið luttakarnir tilfar og undirvisingin for fram í stigum har tey ymsu evnini blivu gjøgnumgingin og víst fram frá undirvísara og luttakaranum.
Um kvøldið aftaná skeiðið varð veitsla hildin og var í hesum førunum skipa fyri einum pallborðsfundi har vit fingu roynt okkum við tí nýggju vitan sum vit høvdu ogna okkum á skeiðinum, hetta riggaði bara heilt væl og sloppi fólk sum ikki høvdu roynt hetta áður at royna seg uppá skift, sigast kann eisini at summi fingu roynt sínar grensur og eydnaðist hetta heilt væl.
Heildarmetingin er at hetta er eitt gott og uppbyggjandi skeið sum kann geva teimum sum luttøku betri vitan og reiðskapir at royna seg innan røðuhaldan og upptraðkan sum heild.
Hetta skeiðið er avgjørt nakað sum vit møguliga fara undir aftur, tí hetta kann bert geva góð amboð til fólkið.


John av Reyni
Sosialistisk UNG

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023