31. mars 2015

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um DKP og smáskótadag

DPK

DPK´in varð tann 15.mars 2014. Sum vanligt er, so fóru okur norður dagin áðrenn, tann 14.mars, og yvurnáttaði í hølinum hjá KFUM.

Okur vóru 12skótar og 2leiðarir.

DPK´ín fyri gekk á Argjum og Havn sum ein leygardagskapping í 12 tímar.

Skótarnir skuldi hava ymiskt við sær, eitt nú kumpass, semafor fløgg, regnklæðir, matpakka osv. Fyri at letta um, so høvdu okur ein bil við á ferðini, har taskur o.t. var.

Tað lógu uml. 20 postar rundtum í Havn og Argjum. Skótarnir fingu eitt kort, har hvør pat skuldi royna at finna so nógvar postar sum møguligt. Á postunum sloppu tey at loysa ymskar uppgávur (sum vanligt eru ein partur av skótaarbeiðinum). Tann størsta avbjóðingin fyri okra skótar var, at finna rundt í býnum. Tí sjálvt um tey vita hvussu tey koma frá Smyril niðan í SMS, so vóru tað nógv onnur støð og vegir tey slett ikki kendu, so her lærdu tey ótrúliga nógv um býin J  Godt nokk nádi tey bert helmingin av postunum, men tað vóru tey ikki so ótrúliga kedd um, tí tey høvdu møtt avbjóðingum sum tey ikki vistu at tey dugdu ella fóru at klára, og var hetta gott og sunt fyri teirra sjálvvirðið sum skóti og unglingur J Og ikki minst, so sloppu tey at verða saman við skótum aðrastaðni frá ( í Suðuroy er bert tað eina aktiva skótaliðið).

Smyril fór at Havnini kl 21. Og høvdu fyrireikarinar lagt dagin so til rættis, at okur náddi bátin til tíðina, - móð og glað J Okur vóru heima við hús kl 23.30 og allir skótarnir vóru væl nøgdir, sjálvt um kondoin kundi verið betur hjá summum J

Smáskótadagur

Tann 10.okt. 2014 fóru okur norðureftir, á Smáskótadag í Kollafirið tann 11.okt.

Á ferðini vóru 18 úlvar og 5 leiðarar.

Smyril fór av Krambatanga kl 21.00 og var í Havn um 23´tíðina. Okur høvdu leiða hølini hjá KFUM til at yvurnátta í.

Eftir at madrassur og úlvar vóru songjaklár, varð ein spennandi huldusøga lisin.............men áðrenn søgan var liðug, svóvu øll, uttan søgulesarin J

Fríggjamorgun Kl 07.00 var “lív” komin í øll. Eftir morgunmat, smyrjing av matpakka, upprudding og niðurpakking, varð øll bagasjan borin út í teir 3 bilarnir sum leiðarinar høvdu við, so úlvarnir ikki skuldi ganga og bera uppá “posa og sekk” allan dagin. 2 leiðarar og allir úlvarnir fóru við bygdaleiðum norður til Kollafjørð (tey elska at koyra í bussi og sjaførurin hevði verið soooo fittur J )

Í skótahúsinum í Kollafirði vóru okur væl móttikin. Veðrið var av tí besta og lagið var gott á øllum. Okur vóru bítt uppí tveir partar, har okur parturin slapp at vera saman við úlvum av Velbastað, - hetta riggaði stak væl.

So fóru okur á eina skattaveiðu og postarenning. Tað vóru nakrir postar sum úlvarnir dámdi stak væl: “At mala korn”: øll lógu á vegnum, síðu móti síðu, og tann sum lá uttast til vinstru skuldi lata seg rulla oman á øll hini......tað var báði látur og nýst, tá tey, uppá skift, rullaði omaná hvørjum øðrum J

Eitt legumerkið varð gjørt, og dámdi gentunum hetta væl, - at sleppa at “rulla” eitt flott hvítt-blátt-reytt band at hongja á búnan, saman við sjálvum “merkinum”, so øll kundi vísa fram, sum bevís uppá Smáskótadagin :) Tað var eisini ordliga stuttligt at gera ein kop av pappír (seinni fortaldi onkur foreldur mær, at øll heima við hús, høvdu drukkið av pappírkoppun, tí dóttirin helt at øll skuldi drekka sum skótar J )

Úlvarnir sluppu at avprøva ymiskt samarbeiðið. Eitt nú skuldi tey flyta ein kopp fullan av vatni. Eitt band var ført gjøgnum “hankina” á koppinum, og var hvør endin bundin í tvey trø sum stóð ca 15m frá hvørjum øðrum. Koppurin skuldi førast frá  A til B uttan at hvølvast...........tað var svert men skek J

Dagurin var fullur av upplivilsum, nýggj vinabond vóru knýtt, har var sangur, hugni og góður matur, - ein sera sera læruríkur og minniligur dagur.

Okur høvdu fingið suðringar sum búðu í Havn, at koma til Kollafjarðar eftir okum, tí ongin bussur koyrdi til Smyril. So uml kl 15.30 vóru okur klár at fara avstað J til Havnar, og umboða á Smyril, sum sigldi kl 16.00.

 

Við skótakvøðu

Skótar og úlvar úr Skótaliðnum Royndin, Vágur.

Marita V. Í Lágabø

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023