31. mars 2015
Frágreiðing um tónlistaskúla
Á vári 2014, fekk Tónleikasamtakið Grót játtað stuðul úr Stuðulsgrunni FUR´s, til at byrja tónleikaundirvísing í Tøting, har tónleikavirksemi hjá Grót fer fram.
Av tí at nógvir evnaríkir tónleikarar, til dagliga eru knýttir at umhvørvinum kring Tónleikasamtakið Grót, mettu vit í nevndini, at vit høvdu so mikið av tónleikaligum resursum í felagnum, at vit kunna geva hesar víðari til eitt yngri ættarlið av tónleikarum.
Eftir at FUR hevði játtað okkum stuðul, at fara í gongd við verkætlanina ið søkt var um, var beinanvegin fari ígongd við at undirvísa ungum tónleikarum í tónleiki og samanspæli.
Tveir bólkar á 4 tónleikarar hvør teknaðu seg til undirvísingina, ið er løgd tilrættis av Allani Tausen og Pæturi Zachariasson. Hesir bólkar fáa 2 undirvísingartímar hvør um vikuna
Ungu næmingarnir ið eru í aldrinum 13 til 18 ár, hava fingið nógv burturúr undirvísingini higartil og fáa frálæru árið út fyribils. Ein av bólkunum hevur havt eina framførslu í Tøting, meðan vit vóna at fáa teir yngru á pall áðrenn jól.
Vit vóna at kunna halda fram við undirvísingini eftir ársskiftið, um vit meta at fíggjarlig orka er til tess.