Ongland 1. – 7. August
Hendan dagin vaknaðu vit í Danmark. Teir eldru skótarnir á túrinum skuldu víðari til Onglands, meðan tey yngru fóru heim aftur til Føroyar við Norrønu. Vit, tey eldru, fóru upp áleið kl. 8 og gjørdu okkum klár at fara avstað. Síðan gingu vit yvir til eina tokstøð, har vit tóku eitt tok til Keypmannahavnar. Aftaná fóru vit til Københavns lufthavn og vit ótu í Burger King. Tá vit skuldu checka-inn gekk tað so mikið illa. Vit vóru har eini tríggjar tímar, áðrenn vit áttu at vera har, men allíkavæl máttu næstan øll renna yvir til okkara gate. Check-inn maðurin dugdi ikki, so hann bað ein drong bara fara ígjøgnum security við øllum knívunum, sum hann hevði í taskuni. Hetta skuldu so tjekkast inn sum vanligt viðføri – men tað gekk sjálvandi ikki, at mann hevur sjey knívar í taskuni. Tey, sum vóru í security, mundu ringt eftir løgregluni, men gjørdu tað ikki, tí at vit vóru skótar, men tað endaði so við at hann misti allar sínar knívar. Hetta var nokkso keðiligt, men hetta er nakað, sum mann kann hugsa aftur á sum eina stuttliga hending allíkavæl. Okkara flogfar var í allaruttastu gate’ini, so tey, sum vóru síðst, seinkaðu flogfarið eitt sindur. Vit komu tó avstað í øllum góðum. Tá vit so komu til Onglands, Gatwick Airport, tóku vit eitt tok inn til london, har vit so tóku undirgrundina til okkara hostell, har vit so løgdu okkum beint at sova, tá vit komu inn.
Vit fóru tíðliga upp, so vit kundu fara út á Brownsea Island, fyrst við toki og síðan báti. Har var veðrið ikki serliga hugaligt, men vit gingu runt og hugdu eftir øllum, ið var har. Har var eisini ein stak hugnalig café, har vit bíðaðu, til vit skuldu heim aftur við bátinum. Meðan vit bíðaðu eftir tokinum, sum vit skuldi fara heim aftur við, fóru vit inn í nakrar handlar og vit vóru eisini og ótu í Subway. Vit tóku síðan tokið heim aftur. Tá vit vóru komin heim, gjørdu vit ikki tað stóra - tað var rættiliga seint.
Vit byrjaðu við at eta morgunmat í Hyde Park og so fóru vit inn á shoppinggøtuna Oxford Street. Har keyptu vit nógv ymiskt. Vit fóru á Pizza Hut at eta. Vit komu heim hampuliga seint og so slappaðu vit bara av, til vit fóru í song.
Vit fóru í toki til eina bygd, sum er tætt við ein kendan skótapark, sum eitur Gilwell park, har vit gingu runt og hugdu hvat fyri virksemi var har. Her ótu vit eisini perur beint av trøunum - tær vóru ikki heilt búðnar, men tær smakkaðu væl hóast alt. Vit keyptu eisini nakrar souvenirs. Summi fóru at shoppa og summi fóru bara til hostellið at slappa av. Hetta kvøldið fingu vit pengar at keypa okkum nátturða fyri og so í song.
Vit fylgdust øll yvir til undirgrundina og keyptu morgunmat inni í Tesco handlium, ið lá beint við. Sum vanligt runnu vit øll oman ígjøgnum tey 195 trapputrinini, har vit tóku tokið til Ripleys Believe it or not museumið. Vit vóru inni í musseuminum í nakrar tímar, og upplivdu ymiskt stuttligt og spennandi. Eitt nú stillaðu vit okkum øll á eina eina vekt fyri at viga líka nógv sum verðins tyngsti maður. Eisini sóu vit heilt smáar figurar, ið ikki vóru nógv størri enn 1 , sum ein maður hevði gjørt við hond. Vit hildu øll hetta vera sera spennandi. Tá vit komu út úr musseuminum, kundu vit sjálvi velja, um vit vildu heim á hostellið ella um vit vildu ganga runt í London.
Um kvøldið møttust vit á hostellinum og fóru so í Nandos, har vit skuldu eta døgurða, áðrenn vit skuldu í London By Night. Døgurðin og dessertin smakkaðu sera væl og vit vóru klár at fara út at hyggja at London. Vit fóru í ein stóran gulan buss og koyrdu runt og upplivdu London. Hetta var sera áhugavert, og guide’in fortaldi okkum eitt nú um søguna hjá London. Eisini kann nevnast, at vit vóru nokk vóru nøkur av teimum síðstu, ið sóu Big Ben, áðrenn hendan víðagitna klokkan fór at verða dekkað til í trý ár. Eftir hetta fóru vit troytt heim á hostellið at sova, vælnøgd eftir ein góðan dag.
Tíðliga um morgunin vóru tveir av leiðarunum farnir upp, fyri at skaffa billettir til Madame Tussauds. Tá vit vaknaðu, fóru vit í undirgrundstokið til musseumið, har vit møttu teimum. Inni í Madame Tussauds sóu vit nógvar ymiskar voksdukkur, ið líktust kendum fólki uppá ein prikk. Eitt nú sóu vit Michael Jackson, Einstein og nógv onnur. Ein kundi sjálvur velja, um mann vildi taka mynd saman við dukkunum.
Útafturkomin úr musseuminum fóru vit øll at keypa okkum sandwich, áðrenn vit fóru í London Dungeon. Á veg yvir í spøkilsishúsið vóru vit fleiri, ið spurdu um at sleppa á ves áðrenn, tí vit øll vóru líka bangin. Á veg inn í London Dungeon sóu vit London Eye og Big Ben, og tað var ein vøkur sjón. Inni í húsinum varð ein søga fortald, meðan vit gingu runt, og fleiri av okkum vóru partur av søguni. Tá vit komu útaftur, fingu vit øll ein slush ice hvør, og hetta hjálpti okkum at koma niður á jørðina aftur. Nøkur valdu at fara heim, og onnur gingu runt og hugdu at London. Tey, ið fóru heim, steðgaðu á vegnum og fóru í Subway, sum øll elskaðu eftir túrin á Brownsea Island.
Um kvøldið valdu vit at eta á hostellinum, tí at vit skuldu pakka og rudda - vit skuldu jú heim aftur til Føroyar dagin eftir.
Vit fóru tíðliga upp. Vit skuldu pakka tað síðsta og rudda, áðrenn vit skuldu á flogvøllin. Vit keyptu morgunmat á tokstøðini, men vit náddu ikki at eta tað, tí vit skuldu náa á flogvøllin.Vit høvdu skund sum altíð, og vórðu noydd til at kroysta matin í okkum á flogvøllinum. Tá vit komu til Danmarkar, høvdu vit sera stutta tíð - vit skuldu náa at tjekka út og so inn aftur. Okkara samstarv varð nú avprøvað, tí um vit ikki arbeiddu nóg væl saman, so náddu vit ikki flogfarið. Alt gekk skjótt fyri seg, og tað gekk bert ein tími frá tí vit traðkaðu út úr flogfarinum úr London, og tíl vit øll vóru tjekkaði inn aftur við viðføri. Tá vit komu til Føroyar aftur, endaðu vit úti á sjálvum flogvøllinum. Vit vóru øll glað fyri eina deiliga ferð, men tað var eisini gott at koma heim og síggja familju og vinir.