Í vikuskiftinum 28.-30. oktober 2016 sendu vit fýra nevndarlimir til UNR ársfundin í Keypmannahavn.
Endamálið við ársfundinum var, at samtykkja nøkur uppskot, ið vit ynskja at Norðurlandaráðið skal taka upp. Her høvdu vit so møguleika fyri at senda uppskot inn, broyta og viðgerða onnur uppskot og samstarva við ungmannafeløg úr øllum norðanlondum. Tískil lærdu vit nógv um politisku skipanir í hini norðanlondini, norðurlendskt samstarv og ikki minst at "lobby´að" fyri ella ímóti ymiskum uppskotum.
UNR ársfundurin var tí ein serstakur undirvísingarmøguleiki hjá nevndarlimunum, ið luttóku.