Áðrenn vit fóru á Spejdernes Lejr 2017 vóru vit 5 dagar hjá vinaliði okkara grønu gentuskótar í Dianalund. Dagarnar vit vóru har vóru vit eisini útferðir í nærumhvørvinum, so sum rundvísing í Sorø Klosterkirke, har ein guide greiddi frá um kirkju og akademiið. Eisini vóru vit á vitjan á savninum hjá Dianalund sjúkrahúsi og fingu søguna um sjúkrahúsið og menningina/útbyggingina har at vita, og hvussu alt umhvørvið kring sjúkrahúsið hevur verið tengt at sjúkrahúsinum.
Umframt tað, so vóru vit eisini ein túr í Djóragarðinum í Keypmannahavn og í BonBonlandi. Hetta var fyri at samansjóða patruljurnar, og longu har byrja at læra at arbeiða saman, tí vit skuldu eisini á SL17 saman. Vit valdu at býta allar patruljurnar upp av nýggjum, og blanda føroyskar og danskar skótar saman, og vísti tað seg, at tey arbeiddu væl saman soleiðis.
Hetta hevur verið ein góð og lærurík lega fyri allar skótarnar, sum hava lært at klára seg við at gera mat á báli, sova í tjaldi, klára seg í regni og góðum veðri í 14 dagar.
Vegna leiðararnar