12. januar 2018

Blákross Ungdómur

Fágreiðing um #RúsfríttSummar

Átakið hevði sum endamál at eggja ungum til at velja eitt rúsfrítt summar. Talan er um ymsar málbólkar:

  • fáa heilt ung, sum aldrin hava roynt rúsdrekka, at útseta fyrsta smakkin
  • avbjóða ung, sum vanliga drekka, at royna eitt summar uttan rúsdrekka
  • stuðla teimum, sum tilvitað hava valt rúsdrekka frá

Átakið gekk fyri seg online og á festivalum. Málið var at seta rúsfría lívsstílin í fokus og vísa ungum, hvussu nógv onnur høvdu valt at vera rúsfrí. Heldur enn at nýta rationella argumentatión við fakta og hagtølum valdu vit at nýta sosiala argumentatión, ið skuldi vísa, at tey rúsfríu eru fleiri enn ein heldur. Ung nýta ofta orðini “øll hini drekka”, men kanningar vísa, at hetta ikki er satt.

Sum eyka insitament kundu tey, ið valdu eitt rúsfrítt summar, eisini vinna fleiri góðar rúsfríar upplivingar – alt stuðlað av ymsum fyritøkum.

Lyklatøl:

  • 443 valdu eitt rúsfrítt summar á kampagnusíðuni livlivid.fo
  • 148 broyttu sína vangamynd á Facebook til #RúsfríttSummar vangamynd
  • 20% av teimum, ið valdu rúsfrítt summar, søgdu tey undir vanligum umstøðum gott kundu funnið uppá at smakka sær á (114 svaraðu kanning) = royndu hetta fyri at fáa eina øðrvísi uppliving
  • Ein triðjingur úr Eysturoynni og ein triðjingur úr Suðurstreymoy
  • Heimasíðan hevði 6100 vitjanir ígjøgnum summarið

Úrslit

Vit eru sera væl nøgd við átakið í summar. Alt tilfar, ið vit framleiddu, var sera væl umtókt, og talið av fólki, ið sóu filmar, síðu o.a. var nógv meira enn væntað (longur niðri í frágreiðingini síggjast tølini meira nágreinuliga). Vit upplivdu millum annað á festivalum, at øll kendu til verkætlanina. Vit høvdu eisini munandi fleiri vitjanir í Liv Lívið bingjuni – uml. 700-800 á G!, uml. 3000 á Ólavsøku og uml. 1500 á Summarfestivalinum.

Ung eru sera glað fyri Liv Lívið bingjuna, ið vit hava við okkum til tiltøk. Vit filmaðu nøkur ung á G!, og filmsbrotið kann síggjast á https://www.livlivid.fo/.

Vit høvdu ikki væntað at flutt nakað fyrsta árið við hesum átakinum, men vildu sáa tankan, at eitt rúsfrítt summar er møguligt. At broyta hugburð krevur tíð – ofta ár. Longu á G! møttu vit ungum, ið fóru at royna eitt rúsfrítt summar eftir at hava sæð okkara lýsingar. Í heyst valdu vit tí at gera eina spurnarkanning ímillum tey, ið valdu eitt rúsfrítt summar.

Úrslitini frá spurnarkanningni vístu, at tey flestu, ið høvdu valt eitt rúsfrítt summar, vóru ung, ið ikki drekka. Hetta høvdu vit eisini væntað, men tað vit ikki høvdu væntað, tá vit byrjaðu átakið, var at beinanvegin fáa ung við, ið vanliga drekka ella smakka sær á. Kanningin vísti, at 20% av teimum, ið valdu eitt rúsfrítt summar, vanliga smakka sær á.

Eg havi skrivað nøkur av svarinum niðanfyri:

Spurningur 4 - Hví valdi tú eitt rúsfrítt summar?

  • Stuðla øðrum – m.a. svaraði ein, at hann vildi stuðla einum vini, ið júst var komin burturúr rúsevnum og rúsdrekka
  • Royna okkurt nýtt/øðrvísi – m.a. skrivaði ein persónur, at hann lærdi, at tað var minst líka skeg uttan.
  • Broyta lívsstíl
  • Fáa meira burturúr summarinum – ikki hava timburmenn og kunna uppliva Føroyar meira um summarið.
  • Royna at gevast, men hava tað trupult við hesum. Hetta var ein góð motivatión og stuðul at standa saman við øðrum – m.a. skrivar ein, at tað var hart, men tað gekk.

Spurningur 5 - Hvussu var tín uppliving?

  • Góð – m.a. skrivar ein, at ein vinur var glaður og stoltur fyri stuðulin
  • Góð, tí man hevði m.a. tíð til at gera nógv annað ístaðin
  • “Nógv góð minnir, ið eg minnist”
  • Heilt fantastiskt
  • Meira pengar, tí teir eru ikki brúktir til rúsdrekka
  • Betri lívsgóðsku
  • Ríkar upplivingar
  • Meira produktiv
  • Fleiri fyrimunir enn vansar – t.d. skrivar ein, at hann kundi koyra heim og ikki vera illa fyri dagin eftir
  • “Tey rundan um meg vóru stolt av mær og ætla at royna næsta ár”

Spurningur 9 - Hevur átakið havt nakra ávirkan á teg?

  • Bleiv drillað
  • Hjálpt mær nógv í ítróttinum
  • Trongd at drekka er minkað
  • Yvirraskað av muninum
  • Eri blivin nógv klókari av hesari upplivingini.
  • Betur konsentratión
  • Orki betur upp um morgunin
  • Minni trýst til at drekka
  • Betur motivatión til at byrja skúla
  • Likamliga nógv betur fyri

Facebook

Uppsløg høvdu gott organiskt reach – í miðal 1200-3000 fólk nádd

Kappingar um góðar rúsfríar upplivingar náddu út til 29.700 fólk

Video 34.900 video views á Facebook

  • Hans Jákup video: 18.300 fólk nádd
  • Símun video: 6.600 fólk nádd
  • Ester Skála video: 6.100 fólk nádd
  • G! video: 10.200 fólk nádd

YouTube lýsing – G! video

  • 8000 vísingar
  • 1660 views
  • View rate: 21%

Demografiskir upplýsingar um heimasíðuvitjandi

Juni-August

  Mannfólk Konufólk
13-17 4,6% 8%
18-24 23,1% 27,9%
25-34 9,4% 10,1%
35-44 2,9% 4,3%
45-54 1,3% 3,6%
55-64 - 1,4%
65+ - 0,9%

Vit takka FUR fyri stuðulin, ið var við til at gera hetta møguligt hjá okkum.

Blákross Ungdómur

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023