Tey, ið vóru send á ráðstevnu vóru Karin Reginsdóttir Joensen, Barbara Gaardlykke Apol, Katrina Rógvadóttir, Rói Dam Dalsgarð og Bartal Súsonnuson Hansen.
Ráðstevnan vardi í tveir dagar - 13-15. oktober.
FNSU stendur fyri Foreningen Nordens Socialdemokratiske Ungdom, og limafeløgini eru
sosialdemokratisku ungmannafeløgini í Norðurlondum. FNSU heldur ráðstevnu annaðhvørt ár, og hesuferð var tað norska systurfelagið, Arbeidernes Ungdomsfylking (AUF), ið átti tørn. Flestum kunnugt,so var AUF málið hjá norska yvirgangsmanninum Breivik, tá hann tann 22. juli 2011 skeyt frá hond og drap 69 AUFarar á oynni Utøya. Tískil hóskaði evnið á ráðstevnuni, sum var “Høgraekstremisma og hvussu vit kunnu fyribyrgja hana” væl og ikki minst karmarnir á sjálvastu Utøya.
Fríggjadagurin 13. oktober byrjaði við at møtast í Oslo, har vit fóru á 22. juli-senteret, har vit lærdu um álopið, sum var í Oslo og á Utøya t. 22 juli 2011. Síðani gekk leiðin til oynna Utøya við báti, har sjálv ráðstevnan helt til. Vit byrjaðu kvøldið við at læra hvønn annan at kenna og innleiðslu av hvørjari organisatión. Síðani var hugni og nátturði fyri rest.
Leygardagurin 14. Oktober byrjaði við morgunmati, og síðani fyrilestri frá Dag Einar Thorsen. Fyrilesturin snúði seg um, hvussu vit kunnu skilja populismu og høgraekstremismu burtur frá hvørjum øðrum - hvat tey hava í felag, og hvussu høgraekstremisman kann síggjast á vanligum platformi í nógvum londum í dag. Síðani helt dagurin fram við workshop, har vit blivu deild upp í bólkar, har vit skuldu lesa 10 ymiskar setningar, og útgreina um talan var um høgraekstremistiskar ella populistiskar hugburðir.
Workshoppin fór við nógv av degnum, av tí at allir bólkarnir skuldu fortelja um sínar upplivingar við uppgávuni.
Síðani hugleiddi formaðurin í AUF, Mani Hussaini, og tvey av teimum, sum vóru á oynni 22. juli 2011 um teirra persónliga uppliving var við álopinum - og hvussu vit kunnu fyribyrgja, at slík ongantíð hendir aftur.
Eftir hetta fóru vit ein rundtúr á oynni, og hoyrdu søguna heilt aftur til 1900-talið og fram til í dag. Serliga rørandi var at sleppa inn í gomlu kantinuna, sum aftaná álopið er vorðin eitt lærusentur fyri demokrati, talufrælsi og frið. Ein partur av bygninginum er fullkomiliga varðveiddur aftaná álopið; hetta var tann parturin av bygninginum, har flest fólk lótu lív. Nøkur skothol vóru í veggjunum og rósur lógu á gólvinum til minnist um tey, ið doyðu. Í sjálvum lærusentrinum er meiningin, at skúlar, felagsskapir og onnur kunnu koma út at læra. Áðrenn man kemur inn í sjálvu gomlu kantinuna, kann man lesa eina tíðarlinju av tí, sum hendi 22. juli.
Á tíðarlinjuni eru eisini ein røð av SMS-samskifti, sum ungdómarnir
høvdu við familjuna, meðan álopið hendi. Hetta gevur gestunum eina kenslu av, hvussu ræðuligt hetta var fyri tey, ið vóru har. Tað var ein uppliving fyri okkum øllum, og serliga var tað endan av túrinum, har øll stóðu saman og grótu um hendingina - rundtúrin opnaði upp eygu okkara, og fingu okkum at følast enn meiri sameind.
Kvøldið endaði við samansjóðing í felagsrúminum, har vit øll tosaðu um okkara uppliving eftir rundtúrinum, og síðani hugnaðu vit við felagsspølum og undirhaldi.
Sunnudagurin 15. Oktober byrjaði morgunmati, og síðani var ein fyrilestur frá Anniken Huitfeldt. Hon er politikari hjá Arbeiderpartiet, norska Javnaðarflokkin, og hevur eisini verið landsstýrisfólk í barna- og javnsstøðismálum, mentanarmálum og í arbeiðsmálum. Hon helt ein fyrilestur um hvussu Arbeiderpartiet vóru ávirkaði av álopinum í 2011, og hvat flokkurin hevur arbeitt fyri síðani - hvussu teirra taktikk hevur verið síðani, og hvørji hjartamál tey hava framt síðani hendingina.
Fyrilestur hennara var sera persónlig, har vit fingu eitt innlit í hvussu tað er at sita í samgongu, tá ungmannafelagið er høvuðsmál á einum álopi - og hvussu sorgin fylti millum javnaðarfólk um alt Noreg.
Síðani var síðsta samansjóðing í felagsrúminum, har vit brief’aðu um hvat okkara ungmannafeløg kundu gera í okkara heimalandi, men eisini hvussu vit kundu styrkt hvønn annan við ymiskum felagskampanjum. Seinast var heimferðin byrjað, har vit tóku bátin yvirum vatnið, og vóru síðani á fastlandi aftur.
Niðurstøða: SU hevur fingið eina nýggja fatan av høgraekstremismu, og hvat vit kunnu gera fyri at fyribyrgja ekstremistiskum handlingum. Hóast høgraekstremisma er eitt meiri vanligt fyribrigdi í útlondum, stúra vit eisini fyri tí vaksandi frammandahatrinum, ið eisini er vaksandi í Føroyum. SU stendur fyri demokratii, talufrælsi við ábyrgd og friði. Tað, at vit fáa møguleikan at uppliva hendan partin av sosialdemokratiskari søgu, gevur okkum íblástur og nýggja vitan at halda fram við okkara arbeiði heima í Føroyum.
Vit valdu at hava eitt limatiltak leygardagin t. 21 oktober, har vit greiddu frá okkara uppliving og okkara vitan frá túrinum. Eisini royna vit í SU at vera virkin og vakin partur av samfelagskjaki sum heild, tá tað snýr seg um 22. juli 2011 og hava vit skrivað lesarabrøv og verið í útvarpi um túrin og okkara upplivingar frá túrinum.
Vinarliga heilsan
Sosialistisk Ung